Tapa ov nógv ímóti nærmastu kappingarneytunum

(Frá Rás2) Hoyr høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi seta orð á 2-3 tapið ímóti Skála í dag

- Vit hava tapt ov nógvar dystir ímóti okkara nærmastu kappingarneytum. Soleiðis tekur høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham samanum fyrsta triðingin av kappingini í effodeildini.

 

Hann er sera harmur um 2-3 tapið ímóti Skála á útivølli í dag. EB/Streymur hevði sítt besta tíðarskeið í dystinum, og sundalagsmenn javnaðu til 2-2 í 85. minutti, tí ergrar tað Heðin Askham, at teir ikki hildu javnleikin tað sum eftir var av dystinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Heðin Askham, sum heldur seg hava eitt ungt og spennandi lið, sum arbeiðir fyri sakini, og sum kann fáa fleiri stig í øðrum triðingi av kappingini.