- Tapararnir eru føroyingar og føroyska náttúran

Heimafriður finst at einum larmandi russiskum skipi, sum nú hevur lagt leiðina til Klaksvíkar

Seinastu dagarnar hevur felagið Heimafriður víst sína ónøgd um eitt russiskt skip, sum hevur órógvað Kaldbaks-borgarar við sínum larmi. Tað hevur ligið á Sundi, men nú liggur tað í Ánunum í Klaksvíkar Havn.

- Felagið hevur longu móttikið klagur frá borgarum í Ánunum, sum ikki fáa heimafrið. Spyrjandi um hví skipið liggur við kei, er svarið: ”skipið bíðar eftir fiskiloyvi” (-Tórshavnar Havn). "Bíðar eftir sild" (-Klaksvíkar Havn), siga tey í Heimafriði.

- Uttan mun til, hvat skipið bíðar eftir, so mugu vit ásanna, at her hjá okkum fáa útlendsk skip loyvi at dálka okkara náttúru og órrógva heimafriðin hjá okkara borgarum, meðan skipini bíða eftir at fiska til egnan profit. Tað er einki markvirði fyri, hvussu nógv skipini kunnu larma, ella hvussu leingi tey kunnu liggja við egnum ljósmotorum við kai. Tapararnir eru føroyingar og føroyska náttúran, sigur felagið.