Taptu fyri Finnlandi

Føroyska U20-landsliðið tapti í dag 29-24 fyri Finnlandi

Føroyar - Finnland 24-29 (13-14)

 

Føroyska U20-landsliðið spældi í dag móti Finnlandi. Eftir at hava tapt tepurt fyri Litava og vunnið greitt á Grikkalandi vóru vónirnar rímiligar til dystin í dag.

Tað gekk eisini væl fyrstu løtuna av dystinum, og eftir at 20 minuttir vóru leiktir, var støðan 11-9 til Føroyar.

Hendan gleðin var tó stokkut, tí tá ið farið var til hálvleiks var støðan 14-13 til Finnland.

 

Frá byrjan í seinna hálvleiki gekk heilt galið, tí eftir lítlari løtu var støðan vorðin 17-13, og føroyingarnir høvdu fingið ein frammaná.

Hesa leiðsluna royndu føroyingarnir at elta, men munurin minkaði ongantíð niður um tvey mál. Føroyska verjan hevði stórar trupulleikar av skotsterku finsku bakkunum og ikki minst finska málverjanum, ið forðaði fyri hvørja ferð at føroyingarnir høvdu hug at nærkast.

 

Endin var at Føroyar taptu 29-24 fyri Finnlandi, og liðið hevur nú tvey stig eftir fyrstu tríggjar dystirnar í EM- kappingini í Makedonia. Vinnarin av kappingini flytur upp í A-bólkin, ið skal spæla endaspæl um tvey ár.

 

Føroysku málskjúttarnir:

Høgni Zachariassen 9, Vilhelm Poulsen 5, Hallur Arason 4, Brandur Halgirsson 3, Bergur Ákason 1, Leivur Mortensen 1, Bartal Klein Olsen 1