Tarvurin skal avgera hvør fær hann

Ein tarvur stendur upp á spæl í Fuglafirði um vikuskifti, og avlopið hjá tarvinum avger, hvør fær tarvin

Fulgafjørður: Leygardagin verður ein 15 mánaðar gamal tarvur sleptur inn á eitt øki niðanfyri Handilsskúlan á Kambsdali, og tarvurin skal síðani gera av, hvør skal eiga hann.

Tað er svimjifelagið í Fuglafirði, sum skipar fyri neytalortakapping, tey kalla, og í løtuni fer sølan av lutaseðlum fram. Lutaseðlarnir eru nú ikki eitt pappírspetti, men ein teigur á tí økinum, har tarvurin skal sleppast. Økið verður býtt upp í so nógvar teigar, sum fólk hava hug at keypa, og tann fyrsti lorturin, sum kemur úr tarvinum avgerð, hvør teigur hevur vunnið kappingina.

Vinningurin er tarvurin, sum verður flettur sama dag sum kappingin er.

Fólk kunnu nú keypa teigar á økinum á Kambsdali, og leygardagin klokkan 15.00 verður tarvurin sendur inn á økið at gera sína uppgávu í spælinum.