Ein bumbuspreinging í landsrættarbygninginum í indiska høvuðsstaðnum New Dehli í morgun kravdi níggju mannalív. Innanríkisráðharrin, R. K. Singh, sigur við sjónvarpið, at bumban lá í einari tasku, sum onkur hevði sett frá sær við móttøkuna hjá landsrættinum. Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av spreingingini.
Vanliga eru fleiri hundrað fólk í landsrættarbygninginum, tí har eru nógvir rættarfundir hvønn dag, og sjónvarpsmyndir vístu, hvussu sakførarar og dómarar kvikaðu sær út aftan á spreingingina. Løgreglan hevur avbyrgt alt økið rundan um rættarbygningin, sum er stutt frá tjóðartinginum og skrivstovunum hjá forsætisráðharranum.
Fyri fýra mánaðum síðani brast ein bumba uttan fyri sama rættarbygning í New Dehli, men tá fekk eingin skaða. Um sama mundið brustu tríggjar bumbur í býnum Mumbai. Tær kravdu 24 mannalív. Indiska løgreglan veit framvegis ikki, hvør legði bumburnar.