Tass: Býurin Nova Kakhovka er undir í vatni

Sambært Wikipedia búðu 45.000 fólk í Nova Kakhovka í 2020. Ógreitt er, hvussu nógv fólk búgva her í dag, stívliga eitt ár eftir russisku innrásina. 

Almenna russiska tíðindastovan Tass sigur í dag, at býurin Nova Kakhovka í Kherson-regiónini har suðuri í Ukraina liggur undir í vatni.

 

Sagt verður, at hetta er ein avleiðing av, at Kakhovka-byrgingin er sprongd í nátt, og vatn fossar oman yvir býin og økið kring býin.

 

Kelda til hesi tíðindi er guvernørurin í Kherson-økinum, og tað er almenna russiska tíðindatænastan Tass, sum ber tíðindini, ið Reuters endurgevur, 

 

Hyggja vit í Wikipedia, búðu stívliga 45.000 fólk í Nova Kakhovka í 2020. Ógreitt er, hvussu nógv fólk búgva her í dag, stívliga eitt ár eftir russisku innrásina. 

 

Tað var hin 24. februar í fjør, at Russland gjørdi innrás í Ukraina, og í Kherson-regiónni hava verið harðir bardagar.

 

Leingi hevði Russland ræði á Kherson-býi, men í fjør heyst eydnaðist tað ukrainsku herdeildunum at taka býin aftur frá russum.

 

Russar hava tó framvegis ræði í stórum parti av Kherson-regiónini, sum er hin syðsta regiónin í Ukraina suður ímóti Krim-hálvoynni.