Tað eru nógv, ið hava undrast á, hví miðvallarleikarin Daniele De Rossi undir EM hevur verið at sæð í eini fótbóltstroyggju, sum hevur eina langa og eina stutta ermu.
Orsøkin er ein tatovering, sum fyri summi kann vera ósømilig.
Tann heldur dramatiska tatoveringin vísir bæði himmal og helviti og latínsku orðini "Ubi tu Gaius, ibi ego Gaia", sum merkir "Hvar enn tú gongur, gangi eg aftaná."
Tað er tó ikki einasta tatoveringin, sum italienski fótbóltsspælarin hevur. Hinar eru tó minni alvorligar. De Rossi hevur eisini tvær av bamsunum úr barnasendingunum Teletubbies við navninum hjá dóttrini og so ein ávaringartríkant við einum leikara, ið taklar ein annan.
De Rossi spælir dagliga fyri AS Roma.