Fyrireikararnir av Norwegian Wood festivalinum í Oslo eru so smátt farnir at seta skránna saman. Vinnararnir av Prix Føroyar kappingini, Taxi, spældu seg millum annað til luttøku á festivalinum. Á heimasíðini hjá festivalinum sæst nú, at Taxi skulu á pall sama dag, sum høvuðsnavnið í ár, James Taylor. Talan er um leygardagin 5. juni 1999. Fyribils er greitt, at henda dag fara á pallin James Taylor, Wilco, Vidar Busk & His True Belivers, Madrugada og TAXI.
Trýstir ein á navnið Taxi á heimasíðuni hjá Norwegian Wood, so kemur ein via Sosialin inn á heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum, ið umtalar Prix Føroyar tiltakið og allar finalistarnar.
Norwegian Wood festivalurin er millum størstu festivalar á okkara leiðum og verður javnmettur við Roskildefestivalin.