Fegnir tvøramenn eru á veg úr Runavík og til hús aftur. Í viðførinum hava teir 3-0 sigur og harvið trý stig, sum bera við sær, at TB, nú tað resta átta umfør í næstbestu deildini, hevur 55 stig. Harvið er tað mest sum avgjørt, at aldursforsetin næsta kappingarár aftur verður í fremstu røð.
Talan var um sera tætta uppgerð, sum ikki varð avgjørd fyrrenn í tíðini, sum dómarin legði aftrat.
Patrik Johannesen, sum í summarsteðginum er fluttur aftur til TB, setti hol á tríggjar minuttir undan steðginum við skoti av brotsteigarmarkinum.
Eina løtu í 2. hálvleiki trýsti heimaliðið, og onkra ferðina var málverjin og liðformaðurin hjá TB, Ivan Stojkovic noyddur at spíla seg orduliga út fyri at halda tætt.
Dómarin legði fýra minuttir aftrat, og tá skoraði TB, sum í dag var í reyðum troyggjum og hvítum brókum, tvær ferðir. Í fyrra førinum var tað innskifti Heini Mortensen eftir gjøgnumbrot í høgru og flatt innlegg, og í seinna førinum var tað miðvallarin Rógvi Joensen, sum annars var sera eyðsýndur.
FC Suðuroy hevði vitjan av Víkingi, og við teprum heimasigri tryggjaðu Jón Pauli Olsen og hansara menn sær stigini, sum bera uppflytingarpláss við sær. Jón Krosslá Poulsen skoraði stutt undan steðginum og aftur, tá ið ein tími var farin. Tjúgu minuttir undan leikloki gjørdi heimaliðið sjálvmál.
07Vestur hevði vitjan av teimum næstbestu hjá AB. Heimaliðið vann 2-0 og er harvið framvegis væl við í kappingini um seinna uppflytingarplássið. Fyrra málið skoraði Gunleif Olsen, tá ið 2. hálvleikur var sjey minuttir gamal, og tað seinna skoraði Ásmund Hansen tveir minuttir undan leikloki.
KÍ vann 3-2 í Gundadali ímóti B36, eftir at støðan eina løtu var 3-0. Úrslitið ber við sær, at KÍ lyftir seg upp um niðurflytingarstrikuna. EB/Streymur og HB eru nú undir strikuni.
HB hevði vitjan av EB/Streymi, og tað endaði við 2-0 heimasigri. Heri H. Mohr skoraði tveir minuttir undan steðginum og Poul Ingason ellivu minuttir undan leikloki.
Úrslitið ber við sær, at HB nú hevur sama stigatal sum EB/Streymur, sum hevur betri málmuni (+2) enn HB.
NSÍ-TB 0-3 (0-1)
0-1: Patrik Johannesen 41.
0-2: Heini Mortensen 90.+4.
0-3: Rógvi Joensen 90.+5.
B36-KÍ 2-3 (1-3)
0-1: sjálvmál 11.
0-2: Jóannes Danielsen 22.
0-3: Jóannes Danielsen 23.
1-3: Benjaimin Heinesen 27.
2-3: Árni G. Nielsen 90.+3.
Reytt kort: Andrias Frederiksberg, KÍ, 83. (2 gul)
07Vestur-AB 2-0 (0-0)
1-0: Gunleif Olsen 52.
2-0: Ásmund Hansen 88.
HB-EB/Streymur 2-0 (1-0)
1-0: Heri H. Mohr 43.
2-0: Poul Ingason 79.
FC Suðuroy-Víkingur 2-1 (1-0)
1-0: Jón Krosslá Poulsen 41.
2-0: Jón Krosslá Poulsen 61.
2-1: sjálvmál 70.
Støðan eftir 19. umfar
TB 55
FC Suðuroy 33
07Vestur 33
B36 31
NSÍ 26
AB 26
Víkingur 21
KÍ 15
EB/Streymur 13
HB 13
20. umfar
Mikudagin 6. august kl. 19.00
07Vestur-HB
Leygardagin 9. august
KÍ-NSÍ
EB/Streymur-Víkingur
AB-FC Suðuroy
TB-B36