TB bant fyri

Eftir risatapið á heimavølli fyri HB, royndu tvørámenn at verja fyri eini endurtøku í Gundadali, og hetta eydnaðist

 

HB-TB 1-0 (1-0)


Løgmanssteyp


Skírishósdag varð lagt til brots við fyrsta av trimum páskaumførum, og var tað nakað, sum fólk kendu seg viss í, mundi tað vera, at TB fór stigaleyst úr Havnini. Tað gjørdu teir eisini, men tað var langt ífrá nakað sannførandi HB-avrik, sum stóð aftan fyri tepra 1-0 sigurin.


Í Landskrona stíli

Fyrsta dystin í bólkaspælinum var TB fyri risatapi, tá HB var á vitjan, og eftir øllum at døma, vóru teir so als ikki áhugaðir í nakrari endurtøku, nú teir vitjaðu í Havn. Við at kalla øllum fólkinum í egnum brotsteigi, royndu teir at verja, og hóast hetta gav HB at kalla alt spælið, so eydnaðist tað tvørámonnum at verja fyri stórtapinum.

HB fekk bert eitt mál í dystinum, og hóast onkur vildi vera við, at talan var um sjálvmál, so endaði alt við, at Bárður Mortansson fekk hetta góðskrivað. Málið kom, tá Bárður inni undir málinum royndi at snara fram við einum mótleikara, men at síggja til varð bólturin taklaður í málið.

Líka mundi havnarmeninir leggja í, hvussu málið kom. Teir fingu tey trý neyðugu stigini, soleiðis at luttøkan í fjórðingsfinaluni varð tryggjað. Tað var annars um reppið, at TB fekk javnað, tá teir høvdu eitt skot á tvørstongina, men tað gjørdist ikki meira enn næstan, og alt annað enn ein sigur til heimaliðið, hevði helst eisini verið órættvíst.


Uni við aftur

Hetta var annars dagurin, tá Uni Arge aftur tók reyð/svørtu troyggjuna oman yvir seg. Óstøðug fíggjarlig viðurskifti hjá ÍA í Íslandi høvdu við sær, at Uni noyddist at lækka lønarkrøv síni, um hann skuldi verða verandi í felagnum. Hetta vildi álopsleikarin ikki góðtaka, og sambært íslendskum fjølmiðlum, varð hann loystir úr sáttmála sínum seinnapartin mikudagin.

Tað lág líka sum í luftini, at »nýggja« felag hansara fór at gerast HB, og hóast hann ikki fekk mál í hesum dystinum, munnu fá í HB ivast í, at felagið við hesum hevur fingið ein hin vandamesta føroyska álopsleikaran á liðið.


HB-TB 1-0 (1-0)

1-0: Bárður Mortansson