TB beina kós móti 1. deild

Aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB, hevur sett beina kós móti 1. deild

2. deild

Á heimavøllinum á Sevmýri vann TB í dag 4-1 móti oyggjafeløgunum úr Sumba. Sigurin hjá TB var fult uppiborin, og hóast bæði liðini fingu ein mann vístan av vølli, var eingin ivi um úrslitið.
Í Havn var FS Vágar á vitjan hjá B36, og teir fóru annað umfarið á rað tómhentir av vøllinum. B36 vann nevnliga dystin 4-3, eftir at heimaliðið hevði verið á odda 2-1 í hálvleikinum. Ungi og evnaríki Heini í Skorini skeyt tvey av málunum hjá B36.
Argjamenn royna at bjóða av í kappingini um tey fremstu plássini. Í dag vann AB 2-1 á útivølli móti VB. Øll trý málini komu fyrsta korterið av dystinum. Eyðun Samuelsen legði gestirnar av Argjum á odda í 9. minutti, men tveir minuttir seinni javnaði Sigmund Mikkelsen fyri VB. AB svaraði tó skjótt aftur, tí tað gingu bert tveir minuttir, so hevði Bjarni Jørgensen lagt gestirnar á odda aftur 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Sandoyingar vunnu annað vikuskiftið á rað ein 3-2 sigur. Hesaferð vóru tað leirvíkingar, sum vóru á vitjan heima á Sandi, men teir fóru tómhentir av aftur oynni. Hálvleiksstøðan var 1-0 til B71.
Seinasti dysturin í 2. deild hetta umfarið var í Klaksvík, har KÍ hevði vitjan av Royn. Hóast klaksvíkingar fingu bestu byrjanina, so eydaðist tað ikki teimum at halda tørn. KÍ var á odda 3-1 í hálvleikinum, men Royn gjørdi bart eftir steðgin og skoraði tríggjar ferðir, so at endaliga úrslitið gjørdist 4-3 til Royn.

Úrslitini
TB-Sumba 4-1
B36-FS Vágar 4-3
VB-AB 1-2
B71-LÍF 3-2
KÍ-Royn 3-4