Fyrsti dysturin í 7. umfari í landskappingini verður við Stórá í Trongisvági, har TB fær vitjan av ÍF. Higartil hava fuglfirðingar vunnið 10 stig í fýra heimadystum og tveimum útidystum, og TB hevur vunnið 6 stig í fýra útidystum og tveimum heimadystum.
TB hevur skorað seks mál, og Poul Ingason hevur skorað helmingin av málunum, eitt nú útjavnandi málið til 2-2 á útivølli ímóti EB/Streymi síðsta sunnudag. Ta ferðina sá Poul Ingason gula kortið tvær ferðir og harvið reyða kortið. Tí er hann leikbannaður í dag, og tað er sjálvsagt stórur smeitur fyri Hans Fróða Hansen og hansara menn, at fremsta álopsvápnið er burtur.
Nicholas Ferenc Dioverdics ella Nicky, sum hann verður nevndur, hevur verið næstfremstur. Tað er møguleiki fyri, at fíni bóltspælarin verður fremsti maður, men sannlíkari er tað, at venjarin velur ein av óføru ungu monnunum. Ein møguleiki er Hanus Mortensen, sum varð skiftur inn í álopið, tá ið tað restaðu seytjan minuttir ímóti EB/Streymi, og TB royndi at leggja trýst á.
Hjá ÍF er saknur í fleiri miðvallarspælarum. Høgni Madsen er leikbannaður, tí hann hevur sæð gult fimm ferðir, Jákup Johansen er skaddur, og bæði Bogi Reinert Petersen og Alaksander Jovevic eru ivasamir, tí teir dragast við skaðar.
Ímóti KÍ var 18 ára gamli Poul N. Mikkelsen fyri fyrstu ferð á verjukendum miðvallarplássi. Hann stóð seg so mikið væl, at tað er eingin ivi um, at hann aftur í dag verður á ÍF miðvøllinum.
Fyri einum ári síðani 29. apríl í 2012 spældi TB fyrsta heimadystin á nýggja vøllinum við Stórá. Hann var ímóti ÍF, og heimaliðið vann 1-0. Málskjútti ta ferðina var Dmitrije Jankovic.