Í TB vóru tað summir, sum meldaðu út áðrenn kappingarbyrjan, at málið var at vinna sær evropeiska luttøku. Tann málsetningurin er fyribils lagdur til síðis, og nú er TB bert eitt stig frá niðuflytingarstrikuni.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Heina Mikal Mortensen, sum gjørdist tvífaldur málskjútti fyri TB í 2-3 tapinum úti á Argjum í dag.
Heini Mikal Mortensen heldur tað verða soltna troyst at skora tvey mál í einum tapi, sum fyri fyrst gjørdist dýrt hjá TB. Málsetningurin var at vinna á Argjum, og fáa luft niður til AB og B68, men tað miseydnaðist.