TB fær nýggjan venjara um vikuskiftið

Tá ið vikuskiftið er farið aftur um bak, hevur TB fingið nýggjan venjara.

Tað staðestur formaður felagsins, André Dalfoss.

 Tað var fyrr í vikuni, at aldursforsetin í føroyskum fótbólti segði samstarvið við venjaran, Hans Fróða Hansen, upp.

 

Seinastu tíðina hava úrslitið hjá TB ikki verið til vildar og okkurt mátti gerast nú, varð niðurstøðan hjá TB leiðsluni.

 

Men TB setti venjaran frá, uttan at hava avloysaran kláran. Fyribils er avtalað, at Bill Mcleod Jacobsen skal vera venjari í eina viku, ella kanska tvær.

 

- Vit fingu Bill Mcleod Jacobsen at taka yvir sum venjari í eina viku ella tvær fyri at kunna seta nýggjan venjara í friði og náðum.

 

- Tað er ein ótrúliga týdningarmikið fyri TB, at vit fáa rætta venjaran og tað hava tey nú stundir til, staðfestir André Dalfoss.

 

Men hóast ongin fastur venjari er settur enn, sigur hann, at tá ið vikuskiftið er farið aftur um bak, hevur TB eisini fingið nýggjan venjara.

 

Hann sigur, at tey gera sær ómak at finna tann rætta venjaran, sum kennur føroyskan fótbólt.

 

Men hann vil ikki siga, hvønn veg tað ber, ella um teir eisini eru farin uttanlands at leita.

 

André Dalfoss dylir ikki, at teir hugsa um árið í fjør, har tey á Tvøroyri sótu sum á nálum og ikki høvdu tryggjað sær framhaldandi sæti í fremstu deildini fyrrenn allar síðsta bríksl í kappingarárinum hevði ljóðað.

 

Hinvegin ivast hann ikki í, at TB liðið er betri enn stigatalvan boðar frá.

 

- Vit hava eitt gott lið, sum er fult í sjálvsáliti og eg eri 100 prosent vísur í, at vit eru eisini í fremstu deildini næsta kappingarár, sigur formaðurin.