Fult umfar hevur verið í 1.deild í kvøld. Mest spennandi dysturin var grannauppgerðin við Stórá, har TB tók móti FC Suðuroy. Undan dystinum hevði TB fult stigatal fyri 14 dystir.
FC Suðuroy megnaði, sum fyrsta liðið í ár, at fáa stig frá TB, men teir munnu iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa øll stigini. Útjavnandi málið hjá TB kom ikki fyrr enn í 95. minutti.
John Villi Leo legði FC Suðuroy á odda bæði 1-0 og 2-0 í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki minkaði Mikkjal Símun Nielsen um munin, áðrenn Teitur J. Olsen fekk reytt kort.
Tað eydnaðist tó TB at fáa útjavnandi málið langt inni í yvirtíðini. Málið skoraði Jákup B. Thomsen.
TB hevur nú 43 stig fyri 15 dystir á 1. plássi, meðan FC Suðuroy hevur 24 stig saman við B36 á øðrum og triðja plássi.
1. deild:
TB – FC Suðuroy 2-2
AB – Víkingur 7-0
NSÍ – HB 7-1
07 Vestur – B36 2-0
EB/Streymur – KÍ 0-4