ÓLAVUR Í BEITI
Undirvísingarmálaráðharrin Signar á Brúnni hevur nú lagt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað, og kemur nú aftrat lógini at standa broytingin um eina yrkisgymnasiala útbúgving innan fiskivinnu og havbúnað.
Í viðmerkingunum, sigur Signar á Brúnni, at formliga grundarlagið hjá Fiskivinnuskúlanum er løgtingslóg frá 5. mai 1987 um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað. Lógin umrøður eina útbúgving og lærugreinar, ið ikki svara til tað virksemi, ið fer fram á skúlanum í dag.
Elvt til trupulleikar
? Síðani 1995 hevur skúlin staðið fyri eini 3-ára yrkisgymnasialari útbúgving við støðisári uttan heimild í lógini og uttan nakra kunngerð fyri útbúgvingini. Hetta hevur sjálvsagt elvt til nógvar trupulleikar, bæði fyri fyrisiting og skúla. Misnøgdin um hesi viðurskifti er ofta komin til sjóndar.
? Skal útbúgvingin umsitast á nøktandi hátt, er alneyðugt, at formliga grundarlagið er til staðar. Í seinastuni hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið tí, í samráði við skúlastjóran, tilevnað eina kunngerð fyri útbúgvingini. Henda kann tó ikki setast í gildi, fyrr enn lógin gevur heimild fyri tí, sigur Signar á Brúnni í viðmerkingunum.