Útbúgvingar uttan mørk

- Møguleikarnir til at útbúgva seg eru óendaligir. Slepp tær tískil úr streyminum og fylg tínum egna dreymi. Soleiðis ljóðaði høvuðssjónarmiðið á afturvendandi kunningartiltakinum Markleys Útbúgving, ið var í Miðlahúsinum í gjárkvøldið

Umboð frá MFS, Fraklandi, Spania, Føroya Sparikassa og Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum greiddu í gjárkvøldið teimum ungu, ið vóru komin oman í Miðlahúsið, frá eini ørgrynna av lestrarmøguleikum í Føroyum og uttanlands.

Fyrst greiddi Eyðfinn Magnussen frá Náttúruvísindadeildini um bachelor-útbúgvingar í Føroyum, sum eru innan oljuverkfrøði, lívfrøði, elektro-verkfrøði og jarðalisfrøði. Síðan segði Kirsten Madura, lestrarvegleiðari á fronsku sendistovuni í Keypmannahavn, frá møguleikum, lesandi hava í Frankaríki; eitt land, sum á hvørjum ári bjóðar fleiri enn 220.000 lesandi vælkomin.

Kartin á Neystabø og Sjúrður Skaale vóru eisini millum teirra, sum greiddu frá teirra útbúgvingarroyndum. Sera forvitnisligt var tað síðan at hoyra tey siga frá, hvussu tað er at vera skiftisstudentur og lesandi uttanlands. Katrin á Neystabø lesur cand.merc á Handilsháskúlanum í Århus og hevur sum part av bachelorútbúgvingini verið eitt hálvt ár í Oregon í Usa sum skiftisstudentur:

- At vera skiftisstudentur er ein upplagdur møguleiki at uppliva nakað nýtt og at savna orku til víðari lesnað, legði Katrin eina við.

Sjúrður Skaale las fyri 10 árum síðani í Spania á La Universidad Complutense, ið er eitt tað størsta universitetið í Madrid. Sjúrður heldur, tað er sera umráðandi at fara aðrastaðni enn til Danmarkar at lesa:

- Vit verða meira frísinnað og sjálvstøðug. Tað krevur sjálvandi meira av okkum at fara til eitt fremmant land at lesa, men vit fáa avgjørt meira burturúr, segði Sjúrður.

At enda greiddi Ana M. Rodríguez Gil, lestrarvegleiðari á sponsku sendistovuni í Keypmannahavn, frá lestarmøguleikum í Spania. Og tvey umboð frá Føroya Sparikassa - Eva K. S. Nolsøe og Alexandur Johansen - greiddu stutt frá, hvussu umráðandi tað er at leggja eina peningaliga ætlan fyri lestrartíðina.

Ikki nógv vóru í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, men tey, ið vóru komin, fingu nógv burturúr:

- Tað er umráðandi at upplýsa teimum ungu um nógvu lestrarmøguleikarnir, ið eru uttanlands. Vit hava havt fyrilestur á øllum miðnámskúlunum, men ynsktu eisini at koma í Miðlahúsið, so tey, ið eru liðug við miðnámsútbúgvingar, eisini høvdu møguleika at verða kunnað, sigur samskiparin av tiltakinum, Holger Arnbjerg.

Fyri fimm árum síðani vóru einans 30 føroyingar, ið numu sær útbúgving uttan fyri Norðurlondini, men í dag eru um 110 lesandi aðrastaðni.