Útbúgvingarráðstevnan 2008 verður á Hotel Føroyum 12. november 2008. Ráðstevnan er ætlað øllum teimum, sum á ein ella annan hátt varða av og hava áhuga í yrkisútbúgvingunum og skipanini av útbúgvingunum, tað verið seg yrkisútbúgvingarráð og yrkisnevndir, lærupláss, skúlar/lærarar, lærlingar/næmingar, virkir,
arbeiðsgevara- og løntakarafeløg, almennir stovnar, politikarar o.o.
Á ráðstevnuni luttaka m.a. gestarøðarar úr Íslandi, Noregi og Danmark. Ráðstevnan er almenn og er ókeypis, skrivar www.mmr.fo