TB-hóttanin er horvin

Nú er tað bara LÍF, sum hevur evarska lítlan møguleika at spæla AB eitt puss í strembanini móti bestu deildini, sum B71 so at siga hevur tryggjað sær sæti í

1. deild

Hesa ferð gekk tað, sum tað so at siga plagar at gera. Oddaliðini vunnu, og dysturin í Hvalba, sum VB/Sumba skuldi verða partur av, varð ikki spældur. Hetta var fjórða ferðin í hesum kappingarárinum, at dystur, har VB/Sumba hevur verið annar parturin, ikki hevur verið spældur.
Fýra umfør eru eftir at spæla, og eftir týdningarmikla B71 sigurin í Sandavági skal LÍF í fýra teimum seinastu umførunum vinna níggju stig meiri enn sandoyingar, sum harafturat hava ein málmun, ið kann roknast sum eyka stig.
Tí er einki forgjørt í at staðfesta, at tað næsta ár fer at verða sunnudagsfótbóltur á Sandi. Sunnudagin fara sørvingar at vitja á Sandi. Um B71 fer at megna at gera tað, sum støðutalvan sigur, at teir eiga at megna, so fer B71 uppflytingin at verða staðfest trý umfør undan kappingarenda.
TB hevur higartil havt lítlan møguleika fyri at blanda seg í uppflytingarstríðið. Eftir at TB leygardagin tapti á Argjum, er tann møguleikin burtur.
Á pappírinum er skráin hjá AB og LÍF, sum er einasti kappingarneytin hips um haps. Skráin hjá LÍF er Royn (h), VB/Sumba (ú), KÍ (ú) og B71 (h). AB skráin er HB (ú), KÍ (h), FSV04 (h) og SÍ (ú).

HB-KÍ
Næstbestu liðini hjá javnaldrunum hitaðu leygardagin upp til Formula uppgerðina sunnudagin. Leygardagin gekk javnt á. HB hevði bóltin størra partin av tíðini, og HB fekk loyvi at samanspæla á stórum parti av vøllinum.
Klaksvíkingar vóru tó vandamiklir, tá ið teir fóru í álop. Teir spældu skjótt og beinleiðis, og teir høvdu eins nógvar góðar royndir móti málinum hjá Tróndi Vatnhamar, sum heimaliðið hevði móti málinum hjá Hera Thorsteinsson.
Jovan Panic verður í løtuni ikki mettur at vera nóg góður til besta HB liðið. Tað hevði næstbesta liðið gagn av leygardagin. Bara korter var farið av eitt sindur deydligum 1. hálvleiki, tá ið hann hevði lagt HB framum 1-0 og 2-0.
Men KÍ svaraði aftur undan steðginum. Vandamikli unglingaspælarin Jósup Henriksen átti bæði málini, sum vórðu skorað eftir lítlari løtu, tá ið hálvur tími var farin.
Í 2. hálvleiki var meiri lív í. Tað tóktist at vera sigursmálið, tá ið John Eystbert fimm minuttir undan leikloki av brotsteigar markinum eftir innlegg og út frá stút frá Krzystof Popczynski smekkaði bóltin í málið.
Men í næstsíðsta minutti javnaði innskifti Álvur F. Christiansen. Eftir innlegg royndi HB verjan at fáa bóltin burtur. Bólturin datt niður á brotsteigar samankomingini í høgru, og Álvur F. Christiansen smekkaði til og javnaði til 3-3.

AB-TB
Fyrr í summar hevði TB tvær ferðir fingið fult ímóti AB. Tí var spenningurin stórur, um tað enn eina ferð fór at eydnast TB at forpurra dreymarnar hjá AB um Formula fótbólt. Tað eydnaðist ikki.
AB vann 2-0, og tey, sum vóru meiri enn fimm minuttir ov sein niðan á vøllin á Argjum sóu hvørki av málunum.
Heimaliðið legðí fyri sum eitt óløgi. Í 2. minutti legði AB fríspark úr høgru og til handara stólpan. Jón Nielsen stýrdi við høvdinum bóltin inn fyri málið aftur, og Allan Mørkøre tók av og fluktaði bóltin í kassan.
Tað gingu bara fýra minuttir afturat so var 2-0. Aftur hesa ferð átti Jón Nielsen, sum í summarsteðginum flutti úr SÍ og til AB, sentralan leiklut. Uppspæl í høgru endaði við, at Tony Rasmussen legði innfyri málið, og Jón Nielsen stýrdi innlegginum í kassan.
So var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. TB hevði ikki tyngd í álopspartinum, og tá ið teir fyrra partin av 2. hálvleiki tvær ferðir sóu reytt, var eingin ivi um, at AB fór at vinna, og at leikluturin hjá TB í stríðnum um uppflyting harvið var liðugur.

FSV04-B71
Hetta varð roknað sum torførasta uppgávan hjá sandoyingum ímóti Formula deildini. B71 loysti uppgávuna, men tað stóð nógv á, áðrenn øll stigini vóru komin í viðføri úr Sandavági og um Skopunarfjørð.
At tað var tætt og intenst sæst á kortlistanum. Ikki færri enn sjey spælarar  fimm frá heimaliðnum og tveir sandoyingar  sóu gult.
Tá ið dómarin bríkslaði fyri hálvleiki, sá tað einki út hjá B71. FSV04 var á odda 2-0, og heimamenninir høvdu megnað at leggja stórt og støðugt trýst á oddaliðið. Miðskeiðis í 1. hálvleiki mengaði Kim Poulsen, sum hevði nógvar mótstøðumenn kring seg, at draga í brotsteigin og at fáa bóltin framvið Jóhan Falkvard Clementsen, sum fyri fyrstu ferð vardi B71 málið, og tíggju minuttir seinni var tað Hilmar Sveinbjørnsson, sum í B71 brotsteiginum tók bóltin av mótstøðumanni og økti um FSV04 leiðsluna.
Eftir steðgin vóru aðrir bollar á suppuni hjá B71. Nú vóru teir gulu og bláu ágangandi, og tá ið teir miðskeiðis í 2. hálvleiki endiliga fingu hol á, gekk tað skjótt. Tíggju minuttir seinni høvdu teir skorað sigursmálið til 3-2. Clayton Soares minkaði um munin eftir innlegg úr vinstru frá innskifti Símuni Hansen, Magnus Olsen javnaði eftir Clayton Soares uppspæl og verjukiks, og liðformaðurin Bergleif Sólsker skoraði sigursmálið eftir at bólturin eftir langa sending var komin í brotsteigin.

SÍ-LÍF
LÍF hevur ikki mist alla vón um, at tað skal eydnast at vinna seg upp í fremstu deildina. Hesa ferð gjørdu teir sítt, tá ið teir vitjaðu í Sørvági og fóru til hús aftur við 2-0 sigri.
Leirvíkingar vóru væl upplagdir í 1. hálvleiki, tá ið teir megnaðu lutfalsliga høga leikferð. Hálvur tími var farin, tá ið LÍF setti hol á. Andreas Lava Olsen legði innfyri úr høgru, og við handara stólpan stýrdi Ovi Nysted við høvdinum bóltin í málið.
Og stutt undan steðginum økti LÍF til 2-0. Hesa ferð var tað miðverjin Allan Joensen, sum umsetti brotsspark til mál. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið SÍ verjuspælarin Messias Petteira stýrdi bóltinum við hondini. Tað vísti dómarin honum gula kortið fyri, og tá ið hann frammanundan hevði fingið gult kort á kontini, varð hann rikin av vøllinum.
Eftir steðgin lækkaði ferðin, spælið hjá LÍF gjørdist meiri óskipað, og heimaliðið fekk betri tak á, enn teir høvdu havt. Men tað var LÍF, sum var næst við at fáa mál, tá ið Sølvi Vatnhamar og Bárður á Lakjuni høvdu bóltin á bæði stólpa og tvørtræi.