TB er topplið í næstbestu deildini, men tað liggur ikki so væl fyri hjá tvøramonnum, tá ið teir eru í Gundadali. Í dag vóru teir og vitjaðu teir næstbestu hjá HB, og úrslitið var 1-1, hóast HB misti ein mann, tá ið ein hálvur tími var eftir.
Um TB hevði vunnið fulla úrtøku, so var uppflytingin í bestu deildina tryggjað. Nú er neyðugt hjá teimum á Tvøroyri at hava tol í hvussu so er eina viku aftrat.
Toppskjúttin í næstbestu deildini Mikkel Blåholm hjá TB setti hol á, tá ið hálvur tími var farin. Uppleggið átti álopsfelagin hjá toppskjúttanum, sum eitur James Samuel Wilcox.
Í fyrsta álopinum eftir steðgin svaraði HB aftur. Málskjútti var Ási Dam, og uppleggið átti Klayver Nascimento, sum áður hevur umboðað B71 og í vetur flutti í HB. Tá ið ein tími var farin, sá Regin í Geil Jacobsen beinleiðis reytt kort. Eftir tað vóru góðir møguleikar í báðum endum, men tað endaði 1-1.
TB er topplið við 51 stigum, og HB er á sjeynda plássi við 27 stigum.
TB var á ólavsøku í Gundadali, og tá endaði tað 1-1 ímóti B36.
Næsti dystur hjá TB verður fríggjadagin á heimavølli ímóti KÍ.
Næsti dystur hjá HB verður fríggjadagin á heimavølli ímóti ÍF.