TB helt tørn

Við javnleikinum á Krossinum heldur TB fast um plássið sum næstbesta liðið í deildini

2. deild

Suðuroyaruppgerð var í aðru deild leygardagin, tá TB vitjaði hjá Sumba. Hetta líktist samstundis einum dysti um, hvat av teimum báðum liðunum skuldi hava møguleikan at leggja sær næst ÍF, og harvið eisini hava møguleikan at spæla um eitt pláss í bestu deildlini komandi ár.
Javnleikur gjørdist úrslitið, og hetta kunnu tvøramenn sum so vera best nøgdir um. Ikki bara tí teir við hesum halda fast um silvurplássið, men eisin tí Sumba ikki dugdi at gera sær dælt av møguleikunum, sum teir høvdu í dystinum.
Fyrra umfarið endaði málleyst, men í seinna hálvleiki komu sumbingar á odda, tá toppskjúttin á liðnum, Eirikur Joensen, fekk beint bóltin í málið.
Eftir hetta høvdu sumbingar eisini møguleikan at avgera dystin, men ístaðin var TB, sum fekk møguleikan, tá teir fimm minuttir fyri leiklok fingu brotsspark. Einar Joensen varð settur at taka sær av hesum, og hóast trýstið ivaleyst var stórt hesa løtuna, so avgreiddi hann spenningin uttan hóvasták.

Kappingin framvegis hørð
Kanska kunnu tvøramenn iðra seg eitt sindur um, at úrtøkan ikki gjørdist full, soleiðis at teir eisini høvdu havt betri møguleika at taka ÍF aftur. Fyri TB merkti stigamissurin nevnliga, at fjarstøðan til oddin nú er seks stig, og tað kann gerast sera møtumikið at vinna aftur. Eisini hóast júst ÍF kemur á vitjan á Sevmýru um tríggjar vikur.
Hjá sumbingum er nú ikki annað at gera enn at reisa seg, soleiðis at úrtøkan kann gerast sum mest seinastu seks umførini. Dystarskráin sum so sær heldur ikki so ræðandi út, men í seinasta dystinum á árinum skal Sumba á vitjan í Fuglafirði, og einki er at ivast í, at teir heldur enn fegnir vildu havt spurningin avgreiddan innan ta tíð.

Sumba-TB 1-1 (0-0)
1-0: Eirikur Joensen
1-1: Einar Joensen (br.)