TB kløkkaði klaksvíkingar

Hóast tapið bendi avrikið hjá TB á, at hóttanin av niðurflyting eigur ikki at vera aktuellur spurningur

Við 2-1 heimasigri ímóti TB í kvøld syrgdi KÍ fyri, at fjarstøðan fram til HB og toppin framvegis er tvey stig.

Fyrra partin av fyrra hálvleiki var tað einki á vøllinum, sum boðaði frá, at meistararnir í KÍ eru við í kappingini um oddasessin, og at TB er við í stríðnum fyri at sleppa undan plássunum, sum bera hóttan fyri niðurflyting við sær.

Gestirnir vístu beinanvegin, at teir vóru ikki komnir til Klaksvíkar fyri í nógva regninum at royna at verja málleysa javnleikin og so at dúva upp á møguleikan at fara í skjótt mótálop.

KÍ kendist frá fyrsta bríksli at vera eitt sindur skeivt upp á bein, og TB spældi við góðum hugburði, stórum sjálvsáliti og við nógvum fólki frammi á vøllinum, tá ið møguleiki var fyri tí.

Tað vóru fleiri spentar støður í og kring KÍ brotsteigin, og tá ið eitt stórt korter var farið, eydnaðist tað at fáa mál. Samudeen Musah var eyðsýndur og raskur fremsti maður. Hann slapp leysur innanfyri heimaverjuna, Kristian Joensen í KÍ málinum noyddist at leypa út og hálvbjargaði sera væl, men bólturin støkk til framrættaða og eyðsýnda miðvallaran John Villi Leo Wøldike, sum sendi bóltin upp í nettakið.

1-0  til TB og í nógva regninum kendist hetta var skelkur í heimaleguni.

TB legði nógva orku í, at tað ikki skuldi verða soleiðis, at gestirnir duttu aftur í verjustøðu og ikki komu fram á vøllin. Tað eydnaðist, og onkra ferðina var tað um reppið, at tað eydnaðist í skjótari vend á mótstøðuhálvuni at skapa yvirtalsstøðu.

KÍ varð ikki tikið av fótum, og so við og við var tað heimaliðið, sum átti tað mesta av spælinum. Síðstu sendingarnar vóru ikki altíð so neyvar, og marinalirnir vóru ikki við, tá ið hornaspørk vórðu løgd í brotsteigin frammanfyri Frederik Mehder, sum var brandur í TB málinum.

Í fyrra hálvleiki vóru klaksvíkingar ikki so sannførandi í nærdystunum, sum tað kann roknast við, at meistararnir eru á heimavølli.

Eftir steðgin var hugburðurin øðrvísi. Seinbjørn Olsen hevði í kvøld fingið møguleikan á sentrala miðvøllinum saman við liðformanninum Jákupi B. Andreaseen. Sentrali miðvøllurin var betri við eftir steðgin, tá ið Deni Pavlovic varð á vøllinum og seinna umfarið var sjey minuttir gamalt, tá ið tað eydnaðist KÍ at javna. Patrik Johannesen sendi innfyri við horna, og Jákup B. Andreasen skoraði til 1-1.

So var dagsskráin alt meiri, um tað fór at eydnast gestunum at halda tørn. TB helt tætt, inntil tað restaðu stórir tíggju minuttir. Tá umsetti Jóannes Bjartalíð brotsspark til 2-1, og harvið eru tað fremvegis sjey ár síðani, at TB vann stig í Klaskvík.

Men TB avrikið í kvøld boðaði frá, at tað bíða TB fleiri stig.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

KÍ – TB 2-1 (0-1)

0-1: John Villi Wøldike Leo 18.

1-1: Jákup B. Andreasen 52.

2-1: Jóannes Bjartalíð br 79.

Dómari: Alex Troileis

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Steinbjørn Olsen (Deni Pavloivic, 46.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Boris Dosljak, 77.) – Ole Erik Midtskogen, Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 61.)

Gult kort: Eingin

Venjari: Mikkjal Thomassen

TB: Frederik Mehder – Sebastian Kroner, Ndende Adama Guéye, Rasmus Møller, Musah Armah – Rógvi Joensen, Dánjal Godtfred – Jens Erik Bruhn (Andreas Midjord, 90.), John Villi Wøldike Leo, Einar Thorsteinsson (Eirikur M. Ellendersen, 67.) – Samudeen Musah

Gult kort: Jens Erik Bruhn, Ndende Adama Guéye, Sebastian Kroner

Venjari: Michael Winter