TB - AB 2-0 (1-0)
Tað er á heimavølli, at TB vísir bestu avrikini og vinnur flestu sigrarnar. Soleiðis er tað eisini hjá AB. Einasta undantakið hjá TB var, tá ið tað fyri stuttum eydnaðist at vinna í Klaksvík. Einasta undantakið hjá AB var, tá ið tað fyri stuttum eydnaðist at vinna í Gøtu.
TB var øgiliga kroyst undan dystarbyrjan í gjár. Fjarstøðan til KÍ og bjargingina var trý stig og verri málmunur. Tí var alneyðugt hjá tvøramonnum at vinna fulla úrtøku í fyrstu av trimum royndum á rað ímóti høvuðsstaðarliðunum. Og tað eydnaðist. TB vann 2-0, og stóri maðurin var Ragnar Tausen, sum skoraði bæði málini.
Ragnar takkaði fyri álitið
At 19 ára gamli Ragnar Tausen hjá TB hevur nøs fyri at vera á rætta staðnum í røttu løtuni er einki nýtt. Tað er fleiri ferðir fyrr sætt í ár. Hann hevur skorað trettan mál, og mest umrøddu av teimum munnu vera tey trý, sum hann skoraði fyri næstbesta liðið hjá TB, sum í vár vann 4-3 á útivølli ímóti besta liðnum hjá FC Suðuroy.
Á besta liðnum hevur Ragnar oftast higartil í ár verið skiftisspælari. Í gjár ímóti AB var hann fyri fyrstu ferð á vøllinum alla tíðina. Í hinum átjan førunum, tá ið hann hevur verið á vøllinum fyri TB í bestu deildini, hevur Ragnar verið skiftur inn, ella hevur hann verið útskiftur.
Ímóti AB takkaði Ragnar fyri álitið, sum Páll Guðlaugsson vísti honum. Í útgangsstøðuni var hann í borðinum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki gav venjarin boð um, at Poul Ingason, sum var einsamallur í álopinum, skuldi fara í plássið, har Ragnar hevði verið, og at Ragnar skuldi fara fram í álopið.
Tað gekk bara ein lítil løta eftir, at teir høvdu skift um pláss, so var Ragnar á rætta staðnum í røttu løtuni, og so var 1-0 og eitt framúr lag í svørtu og hvítu leguni. Eftir AB álop og deyðbóltsstøðu gjørdu heimamenninir skjótt av. Nicky og Ndende vóru saman við Ragnari við at mynda álopið, sum endaði við, at Ndende við høvdinum og eftir innlegg frá Nicky stýrdi bóltin fyri føturnar á Ragnari Tausen. Hann tveitti seg fram og megnaði at stýra bóltin í málið aftanfyri Símun Rógva Hansen.
Avgerandi løtan
Eitt korter undan dystarenda var Ragnar Tausen aftur á rætta staðnum í røttu løtuni. So var 2-0, og undirmannaða AB megnaði ikki at reisa seg aftur. Lítla løtu frammanundan høvdu argjamenn havt fínan møguleika at svara aftur. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið Keita var farin um koll í brotsteiginum. Dion Splidt, sum fleiri ferðir fyrr í ár hevur verið tryggur úr ellivu metrum, misnýtti. Ivan Stojkovic bjargaði skotinum, og henda bjargingin kann væl fara at vísa seg at verða lykilin til, at TB eisini í 2014 verður í bestu deildini.
TB liðformaðurin Martin Tausen, sum hesa ferð var á sentrala miðvøllinum, var ógvuliga fegin um sigurin:
– Hugburðurin var framúr góður, og í 1. hálvleiki vóru vit omaná. Fyrstu løtuna eftir steðgin mistu vit takið. Tá fekk AB fatur á spælinum, og teir høvdu møguleikar at javna. Tíbetur vóru teir ikki neyvir í royndunum, og fyri okkum hevur tað ógvuliga stóran týdning, at Ivan bjargaði brotssparkinum. Tá høvdu teir mist ein mann, og sum tað leið fram ímóti dystarenda, fingu vit fatur á rætta endanum. Vit vunnu nærdystirnar, og vit spældu okkum til møguleikar, og fyri vánirnar at halda fram í bestu deildini var tað altavgerandi, at Ragnar eisini skoraði til 2-0.
Skeivar fyritreytir
Tað valdast um eygað, sum sær, plagar at verða tikið til, og soleiðis var tað eisini í hesum førinum. AB venjarin, Sámal Erik Hentze, rósti heimaliðnum fyri framúr góðan hugburð, sum bar úrslit við sær.
– Teir høvdu ryggin ímóti múrinum, og teir vóru fantastiska raskir. Serliga í 1. hálvleiki vunnu teir flestu nærdystirnar, og teir vóru vandamiklir, tá ið teir sendu langar sendingar fram til fremstu menninar. Eftir steðgin varð tað í góða løtu spælt eftir okkara fyritreytum soleiðis, at vit megnaðu at spæla rundanum teir, so nærdystirnir ikki vórðu so nógvir. Vit mistu Beinir Ellefsen í 68. minutti, tá ið hann sá gult fyri aðru ferð, men vit høvdu framvegis tak á spælinum. Tíverri misnýttu vit brotssparkið. Um vit tá høvdu skorað, so hevði úrtøkan ivaleyst verið í hvussu so er eitt stig, men teir fótaðu sær og vunnu 2-0, sigur AB venjarin.
AB skal leygardagin spæla á heimavølli ímóti KÍ:
– Tað verður aftur ein stór avbjóðing ímóti illa sperdum liði. Vit fara at spæla okkara spæl, og vit vóna, at tað tá fer at eydnast okkum at tryggja okkum plássið í bestu deildini.
Á Tvøroyri eru vónirnar kveiktar fyri, at tað skal eydnast at varðveita plássið í EFFO deildini:
– Oyggin eigur at hava í minsta lagi eitt lið í fremstu røð. Nú skulu vit tvær ferðir í Gundadal, og vit stúra ikki, hóast tað eru B36 og HB, sum bíða okkum. Vit trúgva avgjørt upp á møguleikan, at tað skal bera til, sigur Martin Tausen.
Mikukvøldið vann AB 3-1 á oddaliðnum HB. Í gjár vann TB 2-0 á AB, og harvið kann ikki sigast annað, enn at TB bíða møguleikar í Gundadali.
At tað stóð nógv á heimamonnunum, sást eitt nú í, at Páll Guðlaugsson varð vístur út um girðingina, tá ið Petur Reinert hevði bríkslað fyri brotssparki. Hann verður tískil ikki á beinkinum í Gundadali sunnudagin.
– Tað fer neyvan at bila tað stóra. Vit fara at venja saman við venjaranum alla vikuna, so vit vera væl fyrireikaðir í Gundadali, heldur Martin Tausen.
Hóast tapið so er lítið sannlíkt, at AB fer at flyta niður. TB ætlar sær ikki at leggja kongin. Ímóti AB vístu tvøramenn, at tað framvegis er stiril í teimum!
- - -
AB hevur 28 stig, og saman við KÍ hevur TB 22 stig. Skráin hjá teimum trimum, sum kappast at sleppa undan niðurflyting sær soleiðis út. AB: KÍ (h), 07Vestur (ú) og EB/Streymur (h). KÍ: AB (ú), Víkingur (ú) og 07Vestur (h). TB: B36 (ú), HB (ú) og Víkingur (h)