Í gjár gjørdist greitt, at samstarvið millum fótbóltsliðini í Suðuroynni verður søga. TB, FC Suðuroy og Royn fara framyvir at virka sum fótbóltslið hvør fyri seg.
Málið snýr seg í høvuðsheitum um tey tvey størru feløgini, FC Suðuroy og TB, sum vilja fegin samstarva, men hvørt felag hevur nøkur krøv, sum hitt felagið ikki kann góðtaka.
Báðir partar eru samdir um, at núverandi samstarvið ikki hevur verið optimalt.
FC Suðuroy meinar loysnina vera samanlegging.
- Vit vildu hava ein endaligan yvirbygning við felags nevnd, navni, stuðlum og fótbóltsliði, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy.
Men TB meinar, at loysnin er longriroyndartíð undir sama TB/FC Suðuroy/Royn samstarvi, sum hevur verið seinastu tvey árini.
- Vit føla okkum ikki klár til eina samanlegging beint nú. Vit høvdu jú gott kunnað samstarvað uppá sama máta í nøkur ár aftrat. Eg veit ikki, hví samanlegging hastar so nógv, sigur Henrik Thomsen, formaður í TB.
Men hetta forðar fyri at leggja langtíðarætlanir fyri fótbóltin í Suðuroynni, heldur FC Suðuroy.
- Mann hevur ikki fingið lagt langtíðarætlanir, tá mann blívur við at koyra uppá royndarár, og mann veit tí ongantíð, hvat fer at henda árið eftir, sigur Julius Vest Joensen.
Stríðið um heimavøllin
Men sjálvt um TB hevði verið til reiðar til eina samanlegging, so er har ein annar avgerandi faktorur í málinum. Bæði feløgini hava nevniliga hvør sítt krav, har annað felagið má geva seg, um samstarvið skal halda fram.
FC Suðuroy krevur, at heimavøllurin hjá samanlagda Betri-deildarliðnum skal hava heimavøll bæði í Vági og í Trongisvági. TB vil hava ein fastan heimavøll, og hesin skal vera við Stórá, har umstøðurnar eftir teirra tykki eru betri enn á Eiðinum í Vági.
- TB hevur ikki slitið. Vit hava spælt við opnum kortum og vildu gjarna hava eitt framhaldandi samstarv, men FC Suðuroy hevur sagt nei til tað, tí tað inniber, at teir ikki fáa heimavøll, sigur Henrik Thomsen úr TB.
Felagið á sunnaru helvt ynskir nevniliga eisini at hava Betri-fótbólt í Vági. Marghøllin í Vági er ikki nóg stór til Betri-deildina, men vøllurin á Eiðinum bleiv góðkendur í fjør. Vágbingar fara undir útbygging av vøllinum, so vøllurin kann lúka nýggju krøvini, sum FSF ásetur um ljós og skýli til 2020.
- Tað hevur verið ein munnlig avtala, at tá vøllurin bleiv klárur, skuldi tað býtast sundur, so mann spældi á báðum vøllunum. So kundi mann t.d. spælt fyrru helvt av kappingarárinum á Tvøroyri og seinnu helvt í Vági, sigur Julius Vest Joensen úr FC Suðuroy.
Tilsamans vóru 10 limir í starvsnevndini hjá feløgunum báðum á fundi. Fimm umboð vóru frá FC Suðuroy og fimm frá TB. Eingin var við frá Royn, tí umboðini har vóru uttanlands.
Sum skilst hevur ein avbjóðing við samstarvinum eisini snúð seg um pengar.
Báðir formenninir siga tað vera harmiligt fyri fótbóltin í Suðuroynni, at samstarvið nú er slitið. Teir vóna nú tað besta fyri framtíðina og útiloka ikki eina broyting í framtíðini.
- Tað er einki í vegin fyri at møtast aftur og tosa saman, sigur TB formaðurin.