Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum avgjørdi á fundi seinnapartin mánadagin, at TB og VB skulu tapa dystirnar, sum tey sambært skránni fyri steypakappingina skuldu spæla 2. páskadag ávíkavist í Klaksvík og á Toftum.
VB og TB møttu ikki, og kappingarnevndin hevur gjørt av, at KÍ og B68 skulu fáa stigini, og at málmunurin skal vera 0-0. Víst verður til grein 32 og stykki trý í skipanini, at um lið uttan haldgóða grund ikki møta upp, so skal hetta vera avleiðingin.
Sleppa ov bíliga
Á Toftum og í Klaksvík undrast tey á, at suðuroyarliðini sleppa so bíliga. Víst verður á, at tað at sleppa so lætt, tá tú ikki møtir, kann vera óheppið.
Svend Jacobsen, formaður í KÍ, heldur, at avgerðin átti eisini at sagt, at VB og TB skuldu mist heimavøllin í komandi dystunum, soleiðis at vágbingar skuldu spælt í Klaksvík og TB á Toftum ístaðin fyri at hesi liðini skulu suður eina ferð aftrat.
? Fyri okkum hevur hetta verið óheppið á fleiri økjum. Eitt er, at vit hava mist fleiri venjingardystir, eitt annað er, at vit hava bundið nógv fólk, sum skuldu hjálpa til í sambandi við dystirnar, og so er tað inntøkumissurin. Tí hevði tað verið uppá sítt pláss, um vit ikki skuldu suður til Vágs ella um vit fingu endurgjald fyri mistar inntøkur, heldur KÍ formaðurin.
Hava kært
Formaðurin í VB, Mannbjørn Tausen, sigur, at teir hava kært avgerðina hjá kappingarnevndini til dómsnevndina.
? Hetta er komið púra óvart á okkum. Eg tosaði við kappingarstjóran páskadag, og eg helt, at vit høvdu eina avtalu um, at vit skuldu spæla báðar dystirnar norðanfyri komandi vikuskifti - annan fríggjakvøld og hin sunnudagin. Tað bar ikki til at fáa nakran fart norður eftir páskadag, men tað bar til 2. páskadag. Tað hildu vit ikki verða nóg gott, soleiðis at skilja at spælararnir ikki fóru at vera nóg væl fyri at spæla, beinanvegin teir vóru komnir norður um. Um onkur heldur, at tað var fyri at sleppa frá at spæla norðanfyri, at vit gjørdu avtalu við kappingarstjóran, so hava tey misskilt okkurt. Tað var fyri at vera so væl fyri, sum tað ber til, tá vit koma norður, at vit bóðu um at fáa dystirnar útsettar til komandi vikuskifti. Vit taka kappingina - eisini steypakappingina - í stórum álvara, og venjarin, spælararnir og vit í nevndini eru sera vónbrotin av avgerðini, og vit hava kært til dómsnevndina fyri at fáa avgerðina hjá kappingarnevndini broytta, sigur Mannbjørn Tausen, formaður í VB.
Vit royndu at fáa fatur í kappingarstjóranum, Dánjal Andreasen, fyri at fáa eina viðmerking frá honum um avtaluna, sum formaðurin í VB heldur seg hava gjørt við hann, men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar.