TB-spælararnir eru alt ov latir

Fótbóltur: ? Teir sum ikki sleppa á 1. deild beinanvegin, gevast í staðin fyri at stríðast, sigur Pól F. Joensen, liðskipari hjá TB, sum nú má niður í 2. deild at spæla

Ein av áskoðarunum á Sevmýri leygardagin var Pól F. Joensen. Hann hevur verið liðskipari hjá TB í ár, men til dystin móti GÍ noyddist hann at standa uttanfyri, tí hann var ein av fýra TB-arum, sum vóru leikbannaðir til henda seinasta og avgerandi dystin.

? Hatta var bert væntandi. Soleiðis sum árið hevur gingið, hevur ein havt kensluna av, at tað fór at enda soleiðis, sigur Pól F. Joensen um niðurflytingina hjá elsta fótbóltsfelagnum í landinum.

Tvøroyri er eitt av fólkaríkastu plássum í landinum, og tí kann tað tykjast løgið, at býurin ikki megnar at halda einum liði í 1. deild.

? Eftir mínum tykki er fólkið á Tvøroyri ov dovið til, at vit kunnu hava nakað lið í 1. deild, sigur Pól F. Joensen.

? Tá kappingin byrjaði, høvdu vit 20-22 mans, sum allir vóru førir fyri at standa seg á besta liðnum. Men tá so ellivu skulu takast út, fella hinir skjótt frá. Tá teir síggja, at teir ikki sleppa á 1. liðið beinanvegin, gevast teir í staðin fyri at stríðast fyri at vinna sær pláss á liðnum, sigur TB-liðskiparin, sum leygardagin var leikbannaður fyri fyrstu ferð í ár.

? Teir, sum ikki sleppa við á 1. deild, gevast, men tað er kanska eisini skiljandi, tá teir noyðast heilt niður í 4. deild at spæla.


Mugu byrja

heilt av nýggjum

Pól F. Joensen ætlar sær ikki at vera við á besta TB-liðnum næsta ár.

? Eg haldi nú, at tíðin er komin til at byrja av nýggjum. Tað kann ikki vera rætt, at vit »gomlu« skulu verða grivnir fram aftur hvørt einasta ár, sigur Pól F. Joensen, sum er 31 ára gamal. Hann sigur, at hann ikki ætlar sær at gevast við fótbóltinum, men kanska fer at spæla á næstbesta liðnum, sum júst er flutt upp í 3. deild.

? Annars hava vit havt nakrar ungar mans við í ár, og vit hava eitt gott dreingjalið. Tað fara helst at ganga nøkur ár, áðrenn hesir verða nóg búnir til vaksnamannadeildina, og kanska hevði tað verið best, um TB nú verður nøkur ár í 2. deild, har tað er lættari at byggja eitt nýtt lið upp, sigur Pól F.


Samanlegging

gevur klandur

Í seinastuni hava fleiri røddir verið frammi um, at tað kanska hevði verið rætt at gjørt eitt sterkt suðuroyarlið í staðin fyri at hava fýra lið, sum ikki kunnu gera seg galdandi millum tey ovastu liðini í landinum. Fyrstur at føra hetta fram var TB-formaðurin Finn Thomsen, sum í sjónvarpinum vísti á, at hetta kann gerast neyðugt, og nú er VB-formaðurin Petur Ludvig so eisini komin til ta somu niðurstøðuna. Pól F. Joensen heldur hinvegin lítið um hetta uppskotið:

? Eg kann siga við rímiligari vissu, at ein tílík samanlegging fer ikki at henda í okkara tíð. Tað er alt ov nógv lokalpatriotisma í suðuroyingum til, at tað ber til at leggja saman, heldur TB-veteranurin.

? Vit sóu fyri nøkrum árum síðani, at VB og Sumba royndu hetta, men tað helt bert í eitt ár, so kom klandur í. Vit trúðu eisini, at samstarvið millum TB og Royn var gott, men í fjør sóu vit, at so er ikki. Eg ivist ikki í, at um ein tílík samanlegging verður veruleiki, verður klandur beinanvegin, sigur hann.


Framtíðin er ógreið

Hvussu verður við TB, dugir Pól F. Joensen ikki rættiliga at siga. Tað hevur ofta gingið striltið hjá felagnum at fingið venjara, og í ár vóru teir heldur ikki heilt nøgdir við jugoslaviska venjaran Zoran Pavlovic, sum kom til felagið í fjør. Zoran fór eisini av aftur landinum fyri nøkrum vikum síðani, og Egill Steintórsson, sum var við á liðnum í 1987, tá TB seinast gjørdist føroyameistari, tók sær av liðnum seinastu dystirnar.

Hin jugoslavin, Alexander Radosavljevic, eisini kallaður Sasha, hevur hug at verða verandi, men sum skilst hevur okkurt 1. deildarlið spurt seg fyri hjá honum til næsta ár, so ivasamt er, hvar hann spælir í 1999.

? Tað er altíð torført hjá suðuroyarliðunum at fáa spælarar úr øðrum pørtum av landinum, og tí leita tey sum oftast eisini út um landið eftir styrki, sigur Pól F. Joensen.

Í ár hava øll tey fýra fótbóltsliðini í Suðuroynni havt jugoslaviskar venjarar umframt aðrar útlendskar spælarar á liðnum.

? Men sum nú er, klárar TB seg ikki uttan styrk uttanífrá. Sum sagt hava vit eitt gott dreingjalið, men tað tekur nøkur ár, áðrenn teir eru klárir til 1. deildarfótbólt, sigur Pól F. Joensen, sum nú altso sjálvur ætlar sær at gevast á hægsta stigi.