TB tapti í Trongisvági

1.DEILD: Finnur Justinussen var tvífaldur málskjútti, tá ið Víkingur vann 4-3

Skíggjamynd TB

Fyri bara aðru ferð í ár noyddist TB í góðveðrinum seinnapartin av heimavøllinum í Trongisvági uttan at hava vunnið stig.

 

Teir næstbestu hjá Víkingi vóru gestir við Stórá, og gestirnir eru á veg til hús við 4-3 sigri eftir hálvleiksstøðuna 3-2 til heimaliðið.

 

Á liðnum hjá Víkingi vóru Ari Olsen, Olaf Bárðarson og Finnur Justinussen, sum allir plaga at vera á listanum hjá besta liðnum, og teir gjørdu av álvara mun.

 

Toppskjúttin í næstbestu deildini Mikkel Blåholm legði beinanvegin heimaliðið á odda, eftir at hann vann bóltin á mótstøðuhálvuni og setti sjálvur ferð ímóti málinum. Hetta var 20. málið í landskappingini hjá Mikkel Blåholm, sum er nógv bestu málskjútti í deildini.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki átti Ari Olsen framleggingina úr høgru, og tað var Finnur Justinussen, sum javnaði til 1-1. Jákup Vatnhamar Olsen, sum fyrr í ár leingi var skaðadarvaður, legði Víking á odda 2-1, tá ið hann eftir framlegging úr høgru og av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til vinstru smekkaði bóltin í málið. Hetta var triði dysturin hjá 26 ára gamla Jákupi V. Olsen í næstbestu deildini í ár, og hetta var fyrsta ferðin síðani 2016, at hann var málskjútti.

 

Amerikanski Matthew Lee javnaði eftir sending frá Mikkel Blðholm til 2-2 við skoti úr 22 metrum og eitt sindur úr vinstru. Bólturin streyk í handara síðunetið. Hetta var ein minutt eftir, at Víkingur hevði lagt seg á odda, og tríggjar minuttir seinni skoraði TB aftur og so var 3-2. Tað var Nikolei Johannesen, sum við langskoti sendi bóltin dygst undir tvørtræið og í málið. Einar Thorsteinsson átti næstsíðsta fótin á.

 

Eftir steðgin skoraði Víkingur tvey mál. Miðskeiðis í seinna hálvleiki stútaði Fannhard Skoradal, sum akkurát var skiftur inn, til 3-3 eftir innlegg úr høgru frá Magnusi Jarnskor og eftir risastórt mistak, tá ið málverjin fór langt út í høgru fyri at verja fyri, og Finnur Justinussen skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Hann var leysur mitt fyri málinum eftir framlegging úr høgru og stútara eitt sindur úr vinstru og mitt inn fyri málið.

 

TB er framvegis topplið, men nú er bara eitt stig aftur til ÍF, sum hevur spælt ein dyst færri enn TB. Víkingur er á fjórða plássi.

 

Næsti dystur hjá TB verður um eina viku á heimavølli ímóti B36.

 

Næsti dystur hjá Víkingi verður um eina viku á heimavølli ímóti Undrið FF.               

 

Skíggjamynd TB