Kvinnuflogbóltur
Tey bæði næstfremstu liðini í meistaradeildini hjá kvinnum, Mjølnir og TB, mundu bæði vita, at talan var um eitt slag av lagnudysti, tá tey hittust sunnudagin. Undan dystinum vóru bæði liðini í hølunum á ÍF, sum fyri fyrst hevur lagt seg á odda, og tí var mest sum alt avgerandi, at eitt gott úrslit spurdist burturúr dystinum.
Tí mundi tað eisini koma sera illa við hjá TB, at avloysaraskipið til suðuroyarsiglingina, St. Ola, fekk skaða longu á fyrsta túrinum. Hetta merkti eina seinkaða fráferð norðureftir, og úrslitið gjørdist, at TB liðið ikki var í Klaksvík fyrr enn ein tíma undan dystarbyrjan, og tað í sjálvum sær er ikki meira enn næstbest.
Mjølnir riggaði
Tað skal tó einki takast frá Mjølni av teirri orsøk, tí sum skilst úr Klaksvík, so var talan um ein hin besta dystin, sum Mjølnir hava leikt í ár.
Ikki minst riggaði verjuparturin av liðnum sera væl, soleiðis at annars álopssterku TB-leikararnir ongan tíð komu til sín rætt, og ikki minst var hetta tungur biti sálarliga hjá TB, sum gjørdust alt meira mótfalnar, sum dysturin leið.
Tey bæði fyrstu settini hevði annars leikað rættiliga javnt á, men tá Mjølnir so fekk veruliga takið á TB, varð skarvurin mest sum givin yvir.
Og einki er at ivast í, sigurin á TB hevur givið klaksvíkingunum vón um, at tað kanska fer at bera til hjá teimum í ár. Sum kunnugt eydnaðist tað ikki hjá liðnum at vinna seg fram í steypafinaluna, men enn er FM-møguleikin opin. Hvussu stuttur ella langur vegurin til hetta er, fæst ivaleyst at vita um tvær vikur. Tá kemur ÍF á vitjan, og sum støðan er í løtuni, er einki at ivast í, at hetta verður ein av avgjørdu lykladystunum í samlaðu uppgerðini a stigatalvuni.