TB vann 11. sigurin á rað

1. DEILD: Aldursforsetin fer í summarfrí við 13 stigum aftur til triðja plássið

Mynd: TB

TB var í dag í Gundadali, har fyrsta bríkslið ímóti teimum næstbestu hjá HB var klokkan 16. Í dýrdarveðrinum í kvøld hevði TB 5-1 sigur suður aftur við sær. Hálvleiksstøðan var 2-1 til TB.

 

Trivaligi sigurin ber við sær, at TB hevur 39 stig. Kappingin er meiri enn hálvrunnin. Tað eru 14 umfør eftir at spæla. TB er 13 stig omanfyri triðja plássið, og hóast einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt og meiri av tí slagnum, so skal tað vilja verri enn illa til, um TB ikki í 2023 aftur fer at spæla í bestu deildini.

 

Næsti dystur hjá TB verður 27. juli – dagin fyri ólavsøkuaftan, tá ið TB fer aftur í Gundadal. Tá verður næstbesta liðið hjá B36 vertur. At kósin ímóti uppflyting er so trygg, sum hon er, ber við sær, at teir í TB longu nú av álvara kunnu fara undir fyrireikingarnar til næsta ár at spæla í bestu deildini.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki í Gundadali í dag gjørdu vertirnir sjálvmál, og tá ið ein stórur hálvur tími var farin, var tað Mikkel Blåholm, sum økti um TB leiðsluna til 2-0.

 

Undan steðginum minkaði Teit Jacobsen um munin til 2-1. Teit er hjálparenjari hjá næstbesta HB liðnum, har Oddur Olsen er venjari.

 

Tá ið tað restaðu 20 minuttir, skoraði TB trý mál í seks minuttir. Jóhan Renéson Thomsen, sum kom á vøllin, tá ið ein tími var farin, økti um munin til bæði 3-1 og 4-1, og so staðfesti Mikkel Blåholm rimmar sigurin. Mikkel Blåholm er toppskjútti í deildini við 18 málum.

 

-

 

TB151302461539
ÍF141031311333
Undrið FF15825252226
15816412625
Víkingur14734362424
B7114734241724
HB15519283516
B36143110183510
NSÍ14221015518
07 Vestur14021211372

 

-

 

Leygardagin 2. juli

 

ÍF – NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00

 

27. juli

 

KÍ – 07 Vestur

 

Undrið FF – B71

 

B36 – TB

 

31. juli

 

HB – Víkingur

 

Mynd: TB