TB venjarin var vónbrotin av sínum monnum

AB venjarin rósar sínum monnum, meðan Michael Winter heldur, at hansara ikki vóru á sama støði, sum tá TB mikudagin vann á Skála

Tað var intenst, og tað var spennandi, men tað var í longum løtum rættiliga óruddiligt, tá ið TB seinnapartin hevði vitjan av AB.

Bólturin fór ikki á rull fyrr enn eitt korter eftir ætlaðu dystarbyrjan. Tað komst av, at AB ferðalagið fór suður fyrrapartin í dag. Jóansøkuferðslan var nógv, og tí var Smyril eitt sindur seinkaður suður.

Tað endaði 1-1. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

TB legði seg framum, tá ið eitt korter var farið. Málskjútti var Nikolei Johannesen, sum annars hevur verið nógv á beinkinum, men sum í dag var millum teir fyrstu ellivu. Tað var eftir innlegg frá Rasmur Møller.

AB svaraði aftur, tá ið tað restaðu átta minuttir av fyrra hálvleiki. Innleggið var úr høgru, og eftir kontra var bólturin høgt í luftini, áðrenn hann dalaði niður stutt úr málinum. AB miðverjin Sørin Samuelsen var har, og tað endaði við, at bólturin rakti TB miðverjan Ndende og fór í málið.

Eftir steðgin vóru tað spentar støður í báðum endum, men tað eyndaðist hvørgum liðnum at fáa bóltin í málið.

TB hevur vunnið stig tríggjar tær síðstu ferðirnar – 0-0 ímóti ÍF, 2-0 á Skála og í dag 1-1 ímóti AB.

Nú øll liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum er tað ikki eydnast AB at vinna fulla úrtøku. Javnleikurin í dag var tann fjórði.

-Eg eri nøgdur við hugburð og avrik hjá mínum monnum. Í fyrra hálvleiki haldi eg, at vit vóru omaná fyrstu løtuna. Verjan var ikki ansin, tá ið TB skoraði, men tað eydnaðist okkara monnum at svara aftur. Eg haldi, at vit eisini vóru omaná fyrstu løtuna eftir steðgin, men fram ímóti dystarenda vóru fleiri spentar støður í okkara brotsteigi í sambandi við deyðbóltar. Ndende og Poul Ingason eru vandamiklir í sovornum støðum, men tað kendist ongantíð at vera heilt vandamikið, sigur AB venjarin Símun Samuelsen.

TB venjarin ásannar, at hansara menn vóru ikki á hædd við tað, sum teir hava víst:

-Eftir sigurin á Skála var ætlanin at ríða víðari á aldukambinum, men tað gekk alt ov seint fyri seg, og vit vóru ikki nóg neyvir. Vit eru ivaleyst betri fyri enn AB spælararnir eru, og tað eydnaðist síðstu løtuna at leggja ávíst trýst, uttan at møguleikin var heilt stórur. Men tá ið vit ikki vinna, er tað gott, at vit ikki tapa, sigur TB venjari Michael Winter.

 

TB – AB 1-1 (1-1)

1-0: Nikolei Johannesen 15.

1-1: sjálvmál 37.

Dómari: Dagfinn Forná

TB: Frederik M. Mehder – Sebastian Kroner, Rasmus Møller, Ndende Adama Guéye, Jens Erik Bruhn – Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo – Nikolei Johannesen, Rógvi Joensen, Mads Raben (Einar Thorsteinsson, 70.) – Poul Ingason

Gult kort: Dánjal Godtfred

Venjari: Michael Winter

AB: Silas Eyðsteinsson – Jákup Pauli Breckmann, Eli Christiansson, Sørin N. Samuelsesn, Gert Drangastein (Jónas Stenberg, 50.) – Bjarni Skála, Janus Svabo Samuelsen – Tóki á Lofti (Rógvi N. Poulsen, 75.), Jaspar Van Der Heiyden, Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal (Jón Krosslá Poulsen, 85.)

Gult kort: Sørin N. Samuelsen

Venjarar: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen