Útbrot

At listabólkurin, sum í løtuni framsýnir í hølum Tórshavnar Skipasmiðju, millum manna verður nevndur "ÚTBRÓTARARNIR", gevur frænir og vónir um eina í føroyskum høpi óvanliga villa og ógvisliga listaframsýning. Eisini gevur hetta, at framsýningin letur upp í einum livandi vinnuøki ábendingar um nakað nýtt, at føroysk list kanska er í hølunum á teimum framfýsnu, sum í øðrum londum longu leingi hava nýtt størri vinnuøki, gamlar fabrikkir og virki til tíðarhóskandi framsýningarskálar hjá samtíðarlistini. Men sæð burtur frá serligu hølisumstøðunum (og onkrum øðrum umstøðum eisini) man Heystframsýningin 2005 ikki gerast nøkur skakandi uppliving fyri føroyska listaáskoðaran. Hon umboðar fyri tað mesta føroyska myndlist av tí góða gamla slag-num. Men hóast talan ikki er um nakra listarliga kollvelting sum so, var ikki frítt, at tú til ferniseringina hómaði roykmiklan anga sum av krúti og kanónum og vínstillan sigursrús sum eftir veldugt slag.
Ónøgd og dirvi
Hvørji eru hesi tólv uppreistrarfólkini, sum hava tikið seg út úr Myndlistafelagnum og sum ikki longur vilja framsýna í Listaskálanum? Eftir meðalaldrinum at døma (48 ár), er talan ikki um ein ungdómsuppreistur, ei heldur er talan um listarligar outsidarar, sum eftir ár á skuggasíðuni nú vilja krevja sín rætt. Tí Listabólkurin telur millum sínar limir tey mest etableraðu og vællýddu av okkara listafólkum, sum onkursvegna eru vorðin so ónøgd, at tey hava funnið dirvið at fara frá alment stuðlaða listapallinum, tí sonevnda sjálvsognarstovninum í Gundadali til nakað heilt nýtt og óroynt. Og meðan støðan í Listaskálanum føroyskari samtíðarlist viðvíkjandi stendur við og versnar, mugu vit fegnast um vælvild Tórshavnar Skipasmiðju og listahøllina í grøna bygninginum á Rundingi, sum er framúr egnað til listaframsýningar.
Góðska
Vakra plakatin ber beinavegin boð um góðsku. Marius Olsen hevur gjørt steinprentið, sum er eitt av eini frálíkari røð av grafiskum listaverkum, sum hann sýnir fram á Heystframsýningini. Marius er sera dugnaligur grafikari og tykist í sínum nýggju myndum hava funnið inn til størri einfeldi, sum í støðum minnir ikki sørt um Steffan Danielsen, sum í teimum einfaldastu og minstu myndevnunum fann ta størstu poesiina. Bjarne Werner Sørensen er hin grafikarin á framsýningini. Hann hevur gjørt frálíku myndaskránna, ið fæst óvanliga bíliga til keyps (20 kr). Hann er hálvur føroyingur og vit kenna hann m.a. frá samstarvinum við Tórodd Poulsen m.a. í sambandi við grafiska bókaverkið "Villvísi". Eisini skipaði hann fyri "Far Out" framsýningini við installatiónslist í Listaskálanum í 1996. Bjarne hevur tríggjar stórar prentmyndir við á framsýningini, sum myndevnisliga minna um hansara steinprent og oljumálningar, men sum hvat úttrykki viðvíkur tykist slættari og harvið kanska tamari. Tøkniliga fevnir Heystframsýningin annars fyri tað mesta um oljumálarí, men glas- og gipslist er eisini umboðað. Andrias Andreassen kenna vit kanska best fyri hansara Havnarkonur (1992), standmyndina, ið stendur uttan fyri Keypsamtøkuna í Havn. Stílurin í hesi standmynd er klassiskur og tað sama er galdandi fyri bringumyndirnar hjá Andriasi, sum eru framsýndar á Heystframsýningini. Nú er tað als ikki tí, at vit svimja í klassiskari standmyndalist í Føroyum, men Andrias tykist kanska í so ungur til ikki at gera sær fleiri formligar royndir. Sjálvsmyndin í myndaskránni er merkt av teirri spirituellu, inntonktu nærveruni, ið eyðmerkir bestu verk Andriasar. Olivur við Neyst er etableraður listamaður og sum so sjálvsagdur limur í Listabólkinum. Landslagsmyndin og tann gula myndin, sum hanga á Heystframsýningini bera afturljóð av tí góðsku, sum var, men sum heild hevur Olivur áður staðið seg sterkari.
Lívsgleði
Tað vil so vera, at eisini listafólk eru ymisk av lyndi. Tað liggur ikki til øll at flippa út uttan trygdarnet. At Tróndur Patursson ikki ræðist ókendar leiðir, sást greitt, tá hann fór í holtur við at prýða Vertshúsið. "Vit liva bara einaferð" staðfesti Tróndur, sum tóktist fullkomiliga róligur við tankan um ein møguligan kiksara. Men á sín egna garvilla, corny-technicolor-dionysiska hátt riggaði vertshúsið í øllum førum inntil veggirnir gjørdust hvítir. Á Heystframsýningini sýnir Tróndur ávikavíst abstraktar og figurativar glasmálningar. Síðstnevnda verk er ein triptykon úr málaðum glasi við áteknaðum kvinnutorsoum á aðrari síðuni og manstorsoum hinumegin; ein sansalig lit- og ljósrík dýrkan av mannalikaminum. Torbjørn Olsen hevur enn einaferð dusað sær í einum klassiskum myndevnið, sum hesa ferð tó er nakað væl meira verðsligt enn í altartalvumyndevnunum. Myndevnið Málarin og modellin kann eyðvitað brúkast á ymsan hátt alt eftir hvat listafólkið vil úttrykkja, um tað t.d. snýr seg um viðurskiftini millum model og listafólk, eins og ógviliga nógvir listamenn gjøgnum tíðina hava fabulerað og droymt. Torbjørn hevur nýtt høvið til at halda eina litveitslu og við henni úttrykkir hann sína lívs- lit- og listagleði fyri ikki at tosa um tann serliga kunnleika, hann hevur til litir og litviðurskifti. Anker Mortensen er kanska í somu ørindum, men á heilt øðrvísi hátt. Svart er vorðið høvuðslitur í fleiri av hansara verkum. Hóast svart er ein litur uttan ljósvirði, eydnast tað allíkavæl Anker at nýta litin sum ljósskapandi. Myndirnar eru abstraktar, men allíkavæl er tað sum um tú kemist við hesi krutluti skapini, sum í summum myndum ótilvitað festa í okkurt leikandi lætt barndómsminni. Samstundis gevur svarti liturin eina nýggja tyngd og álvarsemi í myndunum, hvørs antitetiska tema verður undirstrikað av heitinum frá sálminum hjá Kingo "Sorrig og glæde". Vit eru í hesum myndum ikki langt frá tí eyðmjúka og tvørsagnarkenda lívstakksemi, sum merkti brøvini frá Jørgen Frantz Jacobsen til William Heinsen. Deyðasjúkur av tuberklum fagnar Jørgen Frantz lívinum og lýsir tað sum deyðans geniala relieff.
Zacharias & Bárður Classic
Elsta og yngsta listafólki úr listabólkinum eru ávikavíst 69 og 30 ár, tvs.at fleiri ættarlið eru umboðað á framsýningini. Zacharias Heinesen og Bárður Jákupsson eru báðir royndir listamenn, sum hava spælt sín stóra leiklut í føroyskari listasøgu og altso gera tað enn. Hóast rættiliga ymiskir, taka báðir listamenninir myndevnisligt støði í føroyska landslagnum. Zacharias málar bygdina við havið og skipar myndevnið í fastar geometriskar formar á løriftinum. Myndin "Heyst" í myndaskránni vísir greidliga hvat tað er, sum listamaðurin vil við sínum myndum. Á sama hátt sum impressionistarnir á sinni roynir hann at fanga ljósið og vætuna í føroyska landslagnum. Myndaflatin verður býttur upp í glitrandi fasettir, sum eisini hava ein dekorativan dám. Bárður Jákupsson hevur onkuntíð flutt seg munandi yvir móti tí dekorativa, men tykist í teimum nýggju myndunum aftur trúgvari mótvegis myndevninum, sum hann finnur í føroysku klettaverðini.
The young ones
Yngra ættarliðið, sum eftirhondini ikki er serliga blaðungt, er eisini umboðað á Heystframsýningini við nøkrum av sínum bestu listafólkum. Hanni Bjartalíð sýnir fram átta myndir, sum bera boð um støðugan iva og leitan. Tann tilvitaða barnsliga strikan er til at kenna aftur eins og innihaldið í myndunum, sum siga søgur um tilveru einstaklingsins í gerandisdegnum og um einsemi í felagsskapi. Speisemi og humor eru enn sum áður grundleggjandi liðir í myndunum, hóast bæði huglag og myndamál í støðum tykist meira álvarsligt, í støðum dapurt. Tað liggur heldur ikki til Rannvá Kunoy ella Hansinu Iversen at standa í stað og hetta prógva tær eisini við myndum sínum á Heystframsýningini. Hansina var kanska tann, sum gav størsta hvøkkin, tí hennara myndirnar tykjast radikalt broyttar. Enn hómast fleiri dýpdir í málningunum og enn lýsir hvíta grundin út gjøgnum fleiri tunn málingaløg. Men hesar myndirnar tykjast at kalla kompaktar í mun til áður. Brádliga stendur einki av løriftinum ómálað og hetta ger øgiliga stóran mun fyri úttrykkið, sum tykist minni opið og sveimandi. Av tí, at myndirnar eru vatnrættar og litirnir eru grønir og bláir geva tær harumframt hugasamband til landslagsmálarí, sum eisini Rannvá Kunoy er farin í holtur við. Eg var eitt sindur vónsvikin av tí, at Rannvá bert hevur eina mynd við á framsýningini (umframt 2 smáar skitsur), men hetta er eitt lutfalsliga stórt verk, so ljóst og viðbrekið, at rái veggurin aftanfyri tykist órógva ta blágrønu luftspeglingina av einum renesansulandslagi. Heitið "Coma" kundi týtt uppá, at Rannvá er farin eitt stig longur á ferðini í dreymaverð, men ynskiligt hevði verið at sæð fleiri av hennara verkum; tað er langt síðani, hon hevði serframsýning her heima.
Samanumtikið er støðið á Heystframsýningini langt oman fyri aðrar felagsframsýningar í Føroyum í ár. Er listin kanska ikki so provokerandi, sum umhvørvið leggur upp til, so eru áðurnevndu umstøður tað. Við síðuna av framsýningarskránni liggur eitt skriv frá framsýnarunum, ið er eitt slag av manifesti, sum í stuttum greiðir frá orsøkini til útbrotið. Heystframsýningin ger ikki støðuna í Listaskálanum betri. Men Heystframsýningin er í løtuni eitt neyðugt andingarhol, sum ger framtíðarútlitini fyri føroyska myndlist eitt sindur ljósari. Framsýningin heldur fram til 16. oktober. Mánadag - fríggjadag kl.14-17 og leygardag - sunnudag kl. 14-18.