Enn ein byggisamtykt er komin fram í Tórshavnar Kommunu um eitt fríøki. Her er talan um økið frá Frelsunarherinum, niðan eftir Kongagøtu og heilt niðan til Kommunuskúlan. Hetta økið skal vera eitt fríøki, og tað stendur í eini serstakari byggisamtykt frá 1980.
Henda byggisamtyktin hevur við sær, at ætlaða útbyggingin av Kommunuskúlanum niðanfyri sjálvan skúlan, sum væl og virðiliga er farin í gongd, má steðgast inntil greiða er fingin á, hvat skal gerast.
Gomlu barakkirnar í Kongagøtu eru annars longu rivnar niður og økið er planerað, so klárt er longu at byggja.
? Kommunuskúlin hevur havt stórt plásstrot, og tá vit fyri góðum ári síðani byrjaðu at byggja var ætlanin, at nýggi skúlabygningurin skuldi hava fýra stovur, sum skuldu hýsa fyrsta og øðrum flokki í byrjanini av komandi skúlaári, sigur Heðin Mortensen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini.
? Barakkirnar eru nú rivnar niður, og trupulleikin hjá okkum er tann, at tá byggjast skal uppaftur, sendu vit málið til grannahoyringar, sum vit eiga at gera. Í hesum føri í Tórsgøtu. Málið varð tikið upp á fundi mánadagin, og tá fingu vit eitt tilmæli, har tað stóð í, at ein serstøk byggisamtykt frá 1980 sigur, at hetta økið eigur at vera eitt fríøki.
Steðgast
Arbeiðið er tískil steðgað, og málið er sent umsitingini til kanningar.
? Vit høvdu annars alt upp á pláss. Vit høvdu fingið ein arkitekt at tekna bygningin og tað var eisini í umsitingini. Trupulleikin er, at um tú rívur nakað niður, so kemur tað undir nýbyggjarí, um tú skalt byggja nakað uppaftur á sama stað, og tað kunnu vit tískil ikki, sigur Heðin Mortensen.
Nú eru tvey ting í at velja. Antin verður onki bygt ella verður tann serstaka byggisamtyktin broytt, og um hon skal broytast kemur hetta at taka í øllum førum eitt hálvt ár. Fyrst skal málið í byggi- og býarskipanarnevndina og síðani skal tað í býráðið. Síðani skal málið liggja alment frammi, so fólk kunnu koma við møguligum klagum, og tá hesir tríggir mánaðirnir eru farnir skal málið út í Landsstýrið, har teir skulu taka seinastu avgerðina. Um byggisamtyktin verður broytt skal hon aftur niðan í byggi- og býarsamskipanarnevndina. So talan er uttan iva um eina drúgva ferð.
? Hetta er ein tung prosess, sum tekur í øllum førum eitt hálvt ár. Vit eru í dýrastu neyð við skúlum í løtuni. Fyrsti og annar flokkur í Kommunuskúlanum hava hildið til á loftinum í Tilhaldinum. Vit mugu so royna at møguliga leingja avtaluna við tey ella at finna teimum okkurt annað at vera í, sigur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini.
Eftir ætlan skuldi skúlabygningurin standa liðugur í ár, og um so verður, at serstaka byggisamtyktin verður broytt, so verður arbeiðið í øllum førum eitt hálvt ár seinkað.
? Eg eri sjálvandi keddur av hesum. Vit høvdu kannað alt ? havt arkitektar og umsiting í málinum, so vit høvdu tær bestu fortreytirnar fyri at byrja. Nú bíða vit eftir svari frá umsitingini, men eitt er vist, og tað er, at her má handlast skjótt og kreativt sigur Heðin Mortensen at enda.