Gula Ibanez-gittarin hongur í eini svartari reim um hálsin á honum.
Hann andar djúpt av sigarettini, sum hann síðani leggur í øskubikarið á borðinum frammanfyri seg.
Danski giftpinnurin sendir gráan royk út í ljósa køkin.
Petur Hans Niclasen er gittarspælari og komponistur í bólkinum Aria, og saman við restina av bólkinum er hann mitt í upptøkunum til fyrstu fløguna hjá Aria.
Bólkurin húsast í nýggja studionum í Klaksvík, Studio Pegasus, har umstøður og møguleikar ganga upp í eina hægri eind. Hølini eru innrættað sum ein íbúð við sjónvarpsstovu, køki, kamari og toiletti, umframt at eitt vælútgjørt og rúmligt studio eisini er í hølunum.
?Er mjólkin góð, spyr trummuspælarin Ólavur Wolles og stoytir nakrar dropar niður í teið hjá sær, tá Petur Hans hevur sagt gott fyri mjólkarpakkanum.
Teir sita yvir av hvørjum øðrum í køkinum í Pegasus, og prátið gongur um upptøkurnar og fløguna, meðan ljómurin frá keyboard-spælaranum Magna Husgaard hómast úr upptøkuhølunum. Hann er við at leggja síni ljóð á ein av nýggjum sangunum.
? Var studio ikki komið í Klaksvík, høvdu vit ikki givið nakra fløgu út. Vit hava ofta tosað um at fara í studio, men tað hevði verið alt ov krevjandi at farið úr býnum at tikið upp. Tí kunnu vit róliga siga, at Pegasus ger tað gjørligt hjá okkum at geva eina fløgu út, sigur Ólavur Wolles.
? Vit hava líkasum ongan umbering longur, nú vit hava fingið so góðar umstøður her í Klaksvík, heldur Petur Hans Niclasen.
Hava nógv ár á baki
Aria hevur nógv ár á baki, men fyri trimum árum broytti bólkurin manning. Til tá høvdu Erik Biskopstø, Petur Hans Niclasen og Magni Husgaard mannað bólkinum saman við frálíku songkvinnuni Johannu Thomassen, men tá hon flutti úr Klaksvík, var neyðugt at leggja bólkin á hillina ella finna uppá okkurt nýtt.
Úrslitið gjørdist, at Aria fór frá at vera eitt popprojekt við nógvum telduløgum í rygginum, til at verða ein popprock bólkur við fullari manning, og so kom enn meira ferð á bólkin.
Ólavur Wolles og Jógvan Hansen komu við í bólkin, og síðani 1995 hevur hendan manningin spælt saman og gjørt vart við seg. Bólkurin hevur havt eitt lag ovast á tónleikatindinum í ÚF, og teir vóru millum tríggjar teir bestu bólkarnar í Prix Føroyar kappingini í fjør.
Nú spælir bólkurin meiri enn áður sjálvgjørd løg, og nýggja fløgan skal sparka hesar kompositiónir út um alt Føroya land, og varðveita tær í digitalum hami.
Eingin útgávudagur
ásettur enn
Rokanin í upptøkuhølunum hevur loypt tosta á Magna Husgaard. Hann kemur brestandi inn í køkin, ger sær ein kopp av te, áðrenn hann fer innaftur til upptøkurnar við teimum svørtu og hvítu tangentunum.
Ikki júst klassiska myndin av einum tónleikabólki við hugi til popp og rock: Te, Dancake og rock ?n? roll...
Magni Husgaard og Petur Hans Niclasen hava gjørt flestu løgini á nýggju fløguni, sum væntandi fara at teljast 11 í tali. Magni hevur gjørt fimm løg og tað hevur Petur Hans eisini, meðan Jógvan Hansen hevur gjørt seinasta lagið. Orðini, sum øll eru á enskum, skriva teir tríggir eisini.
? Eg skrivi allar mínar sangir á kassagittar, og leggi meg eftir at skriva løg, sum passa væl til tað, sum Jógvan (sangarin) er góður til at syngja. Vit arrangera øll løgini saman, og teir, sum ikki gera nakað við at skriva løg sjálvir, eru góðir til at koma við hugskotum, tá vit arrangera, greiður Petur Hans frá.
Aria hevur funnið sær ein stíl, sum umfatar vanligan popp og bleytan rocktónleik. Teir eru ikki bangnir fyri at kalla seg ein poppbólk, og tað verður eisini í tí andanum, at fløgan verður gjørd ? kanska við einum discobaskara sum undantaki.
Teir hava leigað seg inn í Pegasus til 18. juli, og tá ætla teir, at allar upptøkurnar skulu verða lidnar. Og tað er ein deadline, sum teir ikki kunnu víkja frá, tí aftaná koma aðrir tónleikarar í studio.
? Enn hava vit ongan útgávudag sett á, men fløgan kemur vónandi út einaferð í heyst, kanska í september, sigur Ólavur Wolles, og leggur dent á, at teir ætla at brúka neyðugu tíðina til at fáa allar partarnar av útgávuni lidna.
Ikki gloymdir
Við hittinum Shadow of a doubt á útgávuni Rock í Føroyum 2 staðfesti Aria, at teir hava tak á føroyskum poppoyrum, og tann sangurin hevur ikki gjørt fortreytirnar fyri at útgeva eina fløgu verri.
? Tá vit byrjaðu at spæla saman, var tankin um eina útgávu fjarður. Tá snúði tað seg um at spæla saman og at spæla til dans. Bólkurin hevur síðani ment seg nógv, og vit eru farnir at spæla meiri sjálvgjørt tilfar, greiður Ólavur Wolles frá.
? Vit hava vant og spælt so nógv saman, at vit vilja ikki verða fullkomiliga gloymdir, tá vit gevast at spæla. Við at útgeva eina fløgu kunnu vit leggja okkurt eftir okkum, og sleppa undan at verða heilt gloymdir, sum so nógvir aðrir føroyskir bólkar.
Petur Hans Niclasen er samdur við trummuspælaranum
? Vit hava havt tað sera stuttligt saman øll hesi árini. Vit hava spælt nógv, ferðast nógv og vit hava upplivað mangt og hvat. Tí vilja vit ikki, at tað heila bara skal detta niðurfyri, uttan at vit hava lagt nakað eftir okkum. Fyri mín part er júst tað ein høvuðsorsøk til hesa fløguna, sigur hann.
? Og nú vit hava fingið studio í Klaksvík, letur tað seg eisini gera reint praktiskt. Tað hevði verið ov trupult at farið úr býnum til allar upptøkurnar.
Studio verður gull vert
Klaksvíkingar eru stoltir av sínum avrikum í føroyskum poppi og rocki. Nøvn sum Straight Ahead, Hjarnar og Frændur lýsa sum stjørnur á føroysku rockhimmalinum, og sjálvt um nøkur av teimum størstu avrikunum liggja fleiri ár afturi í tíðini, er framvegis nógv lív í tónleikinum í Klaksvík.
? Nógvir av teimum kendu bólkunum úr Klaksvík spæla framvegis, men eg rokni við at nýggja studio verður gull vert fyri tónleikin í Klaksvík, tí tað fer at geva nýggjum, óroyndum kreftum møguleikan at royna seg, heldur Ólavur Wolles.
Og júst teir í Aria eru gott dømi um tað. Teir hava spælt nógv, men í upptøkuhølunum hava teir ikki brúkt mestu tíðina. Seinni í ár ætlar eisini gospelbólkurin I am sær í studio, og teir eru ein lovandi navn bólkur.
Tað er tiltikni sangskrivarin og frændin Steintór Rasmussen, sum hevur tikið stig til nýggja studio, og hann fær rós frá limunum í Aria.
? Steintór hevur gjørt eitt framúr arbeiðið. Hann hevur verið íbirtari til bæði hetta studio og mentanarhúsið Atlantis, síðani hann búsettist í Klaksvík, og honum hava vit alt gott at bera. Atlantis og Pegasus fara at hava stóran týdning fyri menningini av tónleiki og aðrari mentan í norðoyggjum, halda teir.
Men meðan Pegasus hevur sett eld í tónleikakrútið í Klaksvík, haltar býurin eftir á øðrum økjum, og tað halda teir í Aria verða spell.
? Vit hava eitt ríkt tónleikalív, og nógvir bólkar eru í gongd, men umstøðurnar kundu verið betri, og serliga mangla venjingarhøli. Vit eru heppnir og hava eini góð høli, sum vit lána frá býráðnum, men aðrir bólkar standa mest sum á berum.
? Tað hevði eisini verið ynskiligt at musikkskúlin her á staðnum legði størri dent á nútímans, rútmiskan tónleik, ístaðin fyri bert at satsa uppá blokkfloytur og Mozart.
Men onkrir nýggir tónleikabólkar eru á veg í Klaksvík, og teir í Aria skilja væl støðuna hjá teimum.
? Tað skal nógv útgerð til at spæla til dans, og útgerð kostar nógv. Tað tekur drúgva tíð at byggja ein nýggjan bólk upp, men tað er gott at onkur hevur viljan til tað.
Flyta úr Klaksvík
Framtíðin hjá Aria er óviss, tí fleiri av limunum í bólkinum flyta úr Klaksvík innan stutta tíð.
? Allir tónleikabólkar kenna til tað. Tað kemur ein tíð, tá umstøðurnar broytast, og arbeiði og útbúgving koma í vegin. Men sjálvt um vit fara í hvør sína ætt nú, verður hetta ikki endin hjá Aria, sigur Ólavur Wolles.
Keyboard-spælarin Magni Husgaard er bakari í Vági, Erik Biskopstø skal til Havnar á skúla, og gittarspælarin fer helst til Danmarkar í somu ørindum eftir summarferiuna. Hetta ger umstøðurnar hjá bólkinum at spæla undir truplar, og avmarkar møguleikarnar til jóltíðir og summarferiur.
? Vit hava tónleikin í blóðinum, og tað ber ikki til at vaksa frá tí. So sjálvt um vit fara í hvør ymsar ættir nú, so ætla vit ikki, at hetta skal verða endin hjá bólkinum.
Og skuldi tað alíkavæl enda við tí, eru teir fegnir um, at teir hava lagt eina fløgu eftir seg, áðrenn alt datt niðurfyri.
Teir vilja bara ikki verða gloymdir!