Team Sydhavsøerne mátti lúta fyri GOG í steypakappingini

Team Sydhavsøerne gav GOG skarpan gang ta fyrstu løtuna

Í kvøld spældu Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne áttandapartsfinalu í donsku steypakappingini.

 

Á heimavølli tóku suðuroyggjamenn, ið spæla í næstbestu deildini móti stórliðnum, GOG sum vóru stórir favorittar. 

 

Tað gekk væl ta fyrstu løtuna hjá Team Sydhavsøerne. Tá eitt korter var farið av dystinum legði Pauli Mittún heimaliðið á odda 9-8. Men í steðginum var GOG á odda 17-10. Tað nærmasta suðuroyggjamenn komu í seinna hálvleiki var tá GOG var á odda við fimm málum.

 

Pauli skoraði trý mál og Pætur skoraði tvey mál fyri Team Sydhavsøerne. 

 

Í fjórðingsfinaluni møtir GOG Bjerringbro/Silkeborg.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 verður føroyingauppgerð í næstbestu donsku deildini. Tá tekur liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, HC Aarhus móti Team Sydhavsøerne á heimavølli.