Teir eru tættir sum tunnan

Um nátturðatíð í kvøld hevði Portalurin samband við formenninar í Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag, men hvørgin vildi siga nakað. Fyrst høvdu vit fatur á Jan Højgaard, formanni í Føroya Fiskimannafelag, sum júst tá var staddur á Hvonn til ein bita - og síðan høvdu vit fatur á Vibergi Sørensen, formanni í Føroya Reiðarafelag.

Báðir vóru teir púrasta kúrrir, og tú fekst nóg illa at vita, um semingsmenninir tá framvegis vóru í holt við at royna at samansjóða sjónarmiðini hjá báðum pørtum fyri at vita, um nøkur sum helst vón er um semju, nú partarnir undir teimum samráðingum, sum verið hava, hava staðið rættiliga langt frá hvørjum øðrum.

Jan Højgaard vildi einki siga, og tað vildi Viberg Sørensen heldur ikki.

Tað er heldur ikki vanligt, tá semingsfólk eru komin upp í samráðingar, at stríðandi partarnir sleppa úttala seg til miðlarnar.

Báðir høvdu teir fingið at vita, at teir als ikki skuldu úttala seg.

Teir høvdu við øðrum orðum báðir fingið munnkurv - so tað stóð eftir í.

Í práti eftir, at samráðingarnar millum partarnar slitnaðu, og semingsfólk vórðu boðsend, skiltist, at rættiliga langt er millum reiðarar og fiskimenn - og at tað tískil als ikki er óhugsandi, at fiskiskipaflotin kemur at liggja, áðrenn týsdagurin er runnin.

Semingsfólkini hava nevniliga tíðina til á middegi týsdagin til at royna at fáa reiðarar og manningarfeløg at semjast um nýggjan sáttmála.

Í løtuni veit eingin, hvussu leikur fer, men tað kemur neyvan dátt við hjá nøkrum, at eingin hvítur roykur enn er at hóma í hesi eftir øllum at døma truplu semingsroynd, ið liggur fyri framman.