Teir fáa ljóðið í útvarpslurtini

Tá tónleikararnir blása tónleik av pallinum í prixundanumførunum, so fylgja mong við í útvarpslurtunum og summi á netinum. Í ÚF-bussinum í kavanum uttanfyri Mentanarhúsið í Fuglafirði sótu leygarkvøldið Edvard og Finnur

Í kavarokinum uttanfyri og aftanfyri Mentanarhúsið, sum stóð ikki sørt í andsøgn við heita rokkin innanfyri, sótu Finnur Hansen og Edvard Nyholm Debess í Útvarpsbussinum. Men inni hjá teimum var eisini heitt.
                      Teir hava uppgávuna at framleiða ljóðið, sum fer í útvarpslurtini kring landið. Edvard er eitt slag av framleiðslustjóra og er eisini viðmerkjari og ummælari eftir ymsu framførslurnar, innan teir báðir Rúni og Bjarni í ÚF hølinum inni í húsinum fáa tónleikarar á vitjan til eina viðmerking.
                      Har sita teir báðir so og hava tað hugnaligt. Tá vit varisliga buka á hurðina í bussinum eru teir blíðir ? hóast teir óivað væntað onkran vilstan prixlurtara -, men Edvard er júst ?í luftini?, so vit verða stillisliga leiddir inn í tronga bussin av Finni. Edvard er cool og viðmerkir, við beinunum uppi á borðinum, at nú kom júst onkur innar, og so fer hann víðari í sini viðmerking.
                      Her hava teir sitið ofta. Hetta er minst 4. prixkappingin, teir taka sær av. Tað er ikki altíð Finnur, sum er tøkningur, men hann hevur verið ofta. Og Pauli, sum hetta kvøld er tøkningur hjá Rúna og Bjarna, er heldur ikki altíð, men hann avloysir hetta kvøld Eyðbjørn, sum hevur forfall.
                      Í bussinum fylgja teir í lítlum sjónvarpi gongdini inni í húsinum, meðan teir royna at fáa besta ljóðið burturúr, so útvarpslurtar fáa so góða ljóðmynd sum gjørligt
                      Edvard hevur eisini til uppgávu at taka upp og geva bólkunum eintak av framførslunum.                      Tveir mans til arbeiðis handan leiktjøldini, ja, ikki bara handan leiktjøldini, men uttan fyri pall og hús, men við eini sera týdningarmiklari uppgávu. Teir eru teir við praktisku uppgávunum, sum tó krevja hegni og dugnaskap á listarliga økinum, góð oyru og góðar talugávur ? og tað hava teir báðir hvør í sínum lagi.