- Teir føða seg við tí teir fáa

Línubáturin Norðsøki av Selatrað hevði eitt gott ár í fjør.
Hetta árið er somuleiðis byrjað væl!

Teir eru komnir at landi fyri løtu síðani, teir fýra menninir umborð á línubátinum Norðsøka.
Tey 9000 pundini eru avreidd til virkið Bátafiskur henda fríggjamorgunin, og teir takast við okkurt í maskinuni.
Veðurmenninir boða frá meiri vindi um kvøldið, og tí verður eingin túrur beint nú, hóast streymurin er í minking.
- Tá streymurin er nógvur, riggar ikki so væl við línuni her norðanfyri, sigur Asbjørn Djurhuus úr Tjørnuvík, sum er útgerðarmaður hjá Norðsøka.
Saman við tveimum av brøðrum sínum og einum manni úr Svínoy keyptu teir bátin fyri skjótt 10 árum síðani.
Norðsøki hevur vanliga 50 stampar við, onkutíð 54, tá teir leggja frá landi. Við umborð eru vanliga fýra mans, meðan tveir eru í landi.

Føða seg
Norðsøki hevur verið heimahoyrandi á Eiði í mong ár, men nú er tað felagið Bakur á Selatrað sum hevur átt bátin síðani 1997.
Hann er bygdur fyri 65 árum síðani – í 1942 – og er í roynd og veru helst elsti línubáturin í landinum.
Hóast hetta er hann í góðum standi, sær væl út – ja, og fiskar haraftrat sera væl!
Tað er helst so, sum Asbjørn Djurhuus sjálvur tekur til:
- Teir føða seg so við tí, teir fáa!

Fiskaðu fyri 6 mió
Nú vit eru farin inn í eitt nýtt ár, er vanligt at líta aftur um bak. Tað hevur Asbjørn eisini gjørt, tá talan er um veiðu og úrslit hjá Norðsøka.
Hann kann bara staðfesta, at árið í fjør royndist avbera væl.
Teir hava fiskað fyri nærum 6 mió. kr. og manningarparturin var omanfyri 400.000 kr.
- So tað er ikki heilt av leið, slær Asbjørn fast.

Vestligur
Fyrstu dagarnir í hesum árinum hava verið góðir til veður, og í løtuni er streymurin eisini til vildar hjá línubátunum.
Tá vit vitjaðu á Eiði fríggjadagin høvdu teir verið tveir túrar til útróðrar í ár – hósdagin og fríggjadagin í teirri vikuni. Talan var um tveir rættiliga góðar túrar.
Norður úr Barinum hava teir fingið rættiliga góða og stóra hýsu, og teir høvdu sjálvandi havt hug at lagt frá landi aftur hetta kvøldið og á sama stað.
Men veðurmenninir boðaðu hinvegin frá nógvum vindi um kvøldið, so henda útróðrarferðin varð av ongum.
- Nú er hann vorðin so mikið vestligur í ættini, at tað verður trupult at fara avstað, sigur Asbjørn.
Norðsøki avreiddi annars 12.000 pund hósdagin, og fríggjamorgunin løgdu teir 9000 pund upp á land til Bátafisk á Eiði.

Hjálpir uppá prísin
Norðsøki varð í síni tíð smíðaður úr eik í Holbæk í Danmark. Tær skiftandi manningarnar umborð á bátinum vita tí alt um ójavnar fiskitíðir.
Í seinastuni hevur tó verið nógv at fingið – serliga av hýsu. Haraftrat hava teir fingið væl fyri veiðuna.
- Jú, teir hava fiskað væl, og tá fiskaprísurin er í toppi, so skuldi borið væl til.
- Teir hava fingið upp í 18-19 kr. fyri kilo. Slíkt er óhoyrt, sigur Asbjørn.
Eitt er nøgdin av hýsu, eitt annað prísurin. Eitt heilt triðja er, hvussu hýsan er fyri.
Sambært Asbjørn er hon væl fyri, - so væl, sum hann sjáldan hevur sæð áður.
Fyrr var ofta tosað um hýsu 3. Í dag er alt eftir vekt, so støddin nú er at meta sum hýsa 2.
- Tað hjálpir eisini væl uppá prísin, sigur hann.

2900 tons í fjør
Tá teir byrjaðu at taka ímóti fiski á Bátafiski fyri nøkrum árum síðani var trupult, fyri ikki at siga ógjørligt at fáa nakað fyri hýsuna í heila taki.
Í dag er støðan munandi broytt, nú menn fáa heilt upp í 19 krónur fyri kilo.
Aftanfyri Bátafisk eru fimm smábátar sum eiga 1/3 í virkinum, útróðrarbátarnir Norðsøki og Hvíthamar eiga 1/3, meðan tann seinasti triðingurin er á landi, Rainbow sum selur fyri bátarnar.
Bátafisk varð stovnað fyri at taka ímóti útróðrarfiski. Í seinastuni hevur tó verið meiri at fingið av hýsuni, og við tí góða fiskaprísinum er einki sum bendir á at menn fara at gevast at veiða hetta fiskaslagið.
Í fjør tók virkið ímóti 2900 tonsum, og var tað heldur meiri enn árið fyri.
- Eg haldi ikki at tað sær so galið út fyri 2007.
- Enn er várið ikki komið, og vit fara nokk at síggja meiri til toskin, sigur Asbjørn Djurhuus, sum er nevndarformaður í Bátafiski.