Tað eru teir báðir, Jens Pauli Rasmussen og Poul L. Christiansen, sum hava fingist við at gera skipanina, ið Sosialurin nýtir til endamálið.
Tí ber tað nú til hjá fólki um allan heim at lesa Sosialin á Internetinum hvønn seinnapart, tá blaðið verður dagført.
Endamálið hjá Sosilinum er at leggja alt tilfarið, sum er í blaðnum út á Internetið. Á tann hátt ber til skjótari at koma út til lesaran - og ikki at gloyma fáa lesarar okkara í útlondum tíðindini eins skjótt, sum lesarin í Føroyum. Tískil er internetútgávan av Sosialinum rættuliga óhugaverd hjá føroyingum í útlondum.
Men Internet Sosialurin er annað enn nýggj tíðindi. Alt tilfarið, sum lagt verður á Internetið, verður lagt í ein dátabása, og har verður tað liggjandi. Tí ber til at leita í gomlum tilfari. Kunningartænastan hevur ment eina leitiskipan, har til ber at leita upp á okkurt orð í greinum í blaðnum. Skrivar tú t. d. »løgmaður«, so fært tú fram allar greinarnar, har orðið »løgmaður« er nevnt. Tað ber eisini til at leita upp á fleiri orð, eitt nú »løgmaður« og »Poul Nyrup Rasmussen«, og tá fært tú fram allar greinar, har bæði hesi orð eru nevnd.
Tann 1. januar fer tað at kosta at lesa Internet Sosialin, og verður haldaragjaldið tað sama, sum at halda vanliga Sosialin í Føroyum, 240 krónur.
Tey sum frammanundan halda Sosialin, fáa Internet Sosialin fyri hálvan prís, 120 krónur.
Meira er at lesa um Internet Sosialin í faldaranum, sum verður borðin út saman við hesum blað.