Teir løgdu merkis til Rógva

Fleiri útlendsk feløg sýna nú áhuga í Rógva Jacobsen. Millum hesi er eisini okkurt, sum spælir í italsku seriu B

Fótbóltur

 

Við fýra landsliðsmálum í ár var Rógvi Jacobsen uttan iva tann føroyski landsliðsspælarin, sum í størstan mun gjørdi vart við seg sjálvan mótvegis útlandinum. Og hetta er eisini nakað, sum fleiri útlendsk feløg hava lagt til merkis.

Sjálvur váttar Rógvi Jacobsen eisini, at fleiri útlendsk feløg hava spurt seg fyri, men enn er so einki ítøkiligt komið burtur úr hesum.

- Har hava verið fleiri fyrispurningar úr fleiri ymiskum londum. Enn er so einki ítøkiligt tilboð komið burtur úr hesum. Einki annað enn okkurt tilboð um royndarvenjing, men tað havi eg gjørt upp við meg sjálvan, at eg ikki tími. Tað skuldi ikki verið neyðugt at royndarvant, tá tú hevur skorað tvær ferðir móti Italia, leggur hann flennandi afturat.

Sjálvur vil Rógvi einki siga um, hvørji feløgini eru, sum hava sýnt áhuga. Sosialurin hevur tó skilt, at mest ítøkiliga tilboðið í løtuni er úr Noreg, men at eisini okkurt íslendskt felag og okkurt úr italsku Seriu B hevur sýnt stóran áhuga fyri høvuðssterka spælaranum.

Við sínum 28 árum er Rógvi tó ikki nakar unglingi longur, og hann sigur eisini, at talan skal vera um gott tilboð, um hann skal taka av.

- Tað sigur seg sjálvt, at eg ikki uttan víðari leypi avstað. Men hinvegin er tað sjálvandi spennandi at frætta, at møguleikin nú aftur er til staðar. Og kemur rætta tilboðið, so fari eg sjávlandi avstað, sigur Rógvi.

Rógvi Jacobsen hevur áður roynt seg uttanlands. Bæði í Íslandi, har hann spældi við KR, og í Danmark, har hann eitt skifti var leigaður til SønderjyskE.