Flogbóltur - menn
Teir skuldu vinna, men gjørdu tað ikki. Taptu teir skuldi Fram eisini tapa, men tað gjørdu teir heldur ikki, og tí gjørdist Fram Føroyameistari á seinasta leikdegi í landskappingini í mansflogbólti, sjálvt um Fleyr hevði heitið í lógvanum.
Teir náddu bara ikki at kreppa hondina áðrenn Framleikararnir høvdu verið fram við.
Eftir bókini ...
Sum sagt í upptaktini leygardagin, vóru Fleyrleikararnir noyddir til at gera ávísar broytingar á liðnum. Steinar Eirikstoft, sum hevur verið fastur fúsur á liðnum, er farin til Danmarkar í lestrarørindum og hann var tí ikki við.
Avleiðingin av, at Steinar ikki var tøkur til dystin var, at Jóhannes Eidesgaard var settur inn á miðjuna at leika, meðan Bergur Olsen var settur á plássið hjá Jóhannes á diagonalinum. Restin var óbroytt, men broytingin hevur ivaleyst verið meira enn liðið hevur tolað, og tí ridlaði grundarlagið rættiliga skjótt.
Tað var kortini Fleyr sum byrjaði best. Teir løgdu seg á odda í fyrsta setti og har hildu teir sær sjálvt um Mjølnir royndi at nolga seg fram á teir. Hetta eydnaðist ikki og úrslitið var, at Fleyr vann fyrsta sett.
Serliga vóru tað Klæmint, Jan og lutvíst Andrass sum royndust knáir í hesum settinum.
Sjálvt um Mjølnir hevði tapt fyrsta sett, høvdu teir fingið eyguni upp fyri ávísum møguleikum at trýsta erkafíggindarnar úr Fleyr, og tá teir miðvíst fóru undir at brúka hesar møguleikar í øðrum setti, fór grundarlagið undir Fleyr-liðnum at ridla.
Størsta broytingin við Mjølnir liðnum leygardagin var, at Trygvi H. Poulsen aftur var at finna á miðjuni ? hann hevur verið úti við skaða ? og tað var ein sera góður styrkur. Í roynd og veru bankaði hann nógvar bóltar fram við blokkinum hjá Fleyr í øðrum og triðja setti, og fyri Mjølnir var tað í fínasta lagi, at Fleyr ikki ánaði, hvar teir skuldu seta blokaduna ella verjuna aftanfyri.
Bóltarnir fóru í gólvið og Mjølnir hekk uppi í.
Skeiv bók
Tað, sum byrjaði eftir bókini hjá Fleyr, endaði heilt galið. Teir mistu annað sett, sum var so serstakliga javnt, og teir mistu triðja sett á nett sama hátt. Samstundis byrjaðu nervarnir at spæla teimum yngru leikarunum eitt puss, og tað gjørdi ikki støðuna betri, tá onkur av teimum eldru østi seg inn á teir yngru fyri ein feil.
Veruleikin er, at stórt sæð allir leikararnir á Fleyr liðnum gjørdu feilir, tí ístaðin fyri at hava viðstreym komu teir í stríðan mótsteym, sjálvt um áskoðararnir av øllum alvi royndu at stuðla sínum monnum.
Tað sá næstan út, sum høvdu Fleyr leikararnir lisið upp á til dystin í skeivari bók, tí liðið hinumegin netið spældi als ikki sum eitt botnlið. Klaksvíkingar høvdu sagt, at teir fóru at selja seg sjálvar dýrt og tað var júst tað teir gjørdu.
Men hjá Fleyr er tað ikki nóg gott, at teir ikki klára at vinna á aftasta liðnum í deildini, og tá teir ikki klára tað, hava teir í roynd og veru heldur ikki uppiborið at vinna FM. Sigurin hjá Mjølnir í Havn var tann fyrsti síðani 8. desember í fjør ? t.v.s. í grundspælinum ? og næstseinasti sigurin hjá Mjølnir varð vunnin í Havn ? á Fleyr 10. november í fjør.
Ongul í ....
Landskappingin er nú av, og tíð er hjá feløgunum at gera upp, hvussu hilnaðist, og tá Fleyr-leikararnir fara at gera tað ? um teir ikki longu hava gjørt tað ? er lítið at ivast í, at teir eru serstakliga vónbrotnir um avrikið í ár.
Teir høvdu møguleikan at spæla seg í steypafinaluna, men taptu móti ÍF í finaluni, sjálvt um teir vóru ávaraðir stutt frammanundan. Nú høvdu teir meistaraheitið beint framman fyri sær, men teir megnaðu ikki at lofta tí, og í staðin endaðu teir sum nummar tvey við silvurinum.
Í sær sjálvum er annað plássi einki vánaligt úrslit, men tá hugsað verður um, at bara tann eini dysturin var millum teir og gullið, so ...
Framman fyri teir liggja sjálvandi gullvinnararnir og beint aftan fyri teir liggja steypavinnararnir, sum sjálvandi eisini eiga at vera grønir av misunnilsi. Nú vita teir, at vunnu teir dystin móti ÍF á heimavølli fyri tveimum vikum síðani, ja, so stóð eisini meistarasteypurin í Sørvági ...