Entreprenørfyritøkan, Sp/F Rókin, sum Jákup Martin Kjeld og synir eiga og reka, hevur nógv jørn í eldinum. Í løtuni starvast 11 fólk í fyritøkuni, men nú so nógv er at gera, verður helst brúk fyri eini 4-6 arbeiðsmonnum aftrat. Tað hevur verið trupult at fingið fólk, nú nógv byggivirksemi hevur verið kring landið, men okkurt kundi bent á, at tíðin, sum liggur fyri framman, verður eitt sindur øðrvísi.
Men, hjá Sp/f Rókini verður so avgjørt ikki latið illa at, og hóast nógv jørn eru í eldinum, bjóðar fyritøkan seg fram í kapping við stórar veitarar.
Á sínari Facebook-síðu í vikuni skrivaði Jákup Martin Kjeld, stjóri, at teir høvdu lægsta tilboð upp á arbeiði at gera nýggja bryggju framman fyri fóðurvirkinum hjá Havsbrún í Fuglafirði. Her bjóðaðu eisini aðrir stórir veitar seg fram, men tað var Sp/f Rókin, sum vann lisitatiónina. Tað er Landsbyggifelagið, sum hevur tikið sær av útbjóðingini, og enn er eingin sáttmáli undirskrivaður.
Sum skilst, er útbyggingin, sum nú skal fremjast í Fuglafirði, fyrsti partur av einari størri útbygging, sum eftir ætlan gongur fram til 2024. Arbeiðið, sum hesaferð varð boðið út, snýr seg um 70 metrar av bryggjukanti. Bryggjan framman fyri fóðurvirkinum er 50 metrar sum er, og hon skal nú leingjast við 70 metrum inn eftir Fuglafirði.
Sp/f Rókin arbeiðir eisini við at útbyggja havnalagið á Hulki á Strondum, og hetta er eitt arbeiði, sum hevur verið í gongd í longri tíð. Her verður bygd nýggj bryggja og nýtt vinnuøki. Á Hulki hevur verið vinnuligt virksemi í nógv ár, og verandi bryggja var vorðin gomul og trongdi til umfatandi umvælingar.
Tá Sjóvar kommuna sá, at tað fór at gerast rættiliga kostnaðarmikið bara at umvæla bryggjuna á Hulki, gjørdi kommunan av heldur at gera ein nýggjan bryggjukant 20 metrar ytri, enn gamli bryggjukanturin var. Longdin á bryggjuni er 107 metrar og dýpið, sum nýggi bryggjuanturin nú hevur fingið, er 12 metrar í mun til dýpið, sum áður var millum fimm og sjey metrar.
Samstundis, sum nýggj bryggja verður bygd á Hulki, verður eisini vinnuøkið norðan fyri saltfiskavirkið Vaðhorn víðkað við umleið 2500 fermetrum.
Í endanum av farna ári skrivaðu Klaksvíkar kommuna og Sp/f Rókin eisini undir sáttmála um at leingja bryggjuna niðan fyri vinnubygningin hjá Pomek á vestursíðuni av Klaksvíkini. Her hevur Sp/f Rókin gjørt tveir sáttmálar - ein við Klaksvíkar kommunu og ein við Pomek, sum skal byggja nakað víðari, har kommunan sleppur. Á tí partinum, sum Pomek stendur fyri, ætla teir at fáa betri umstøður til eitt nú at taka bátar upp.
Ein onnur verkætlan, sum Sp/f Rókin hevur í gongd í løtuni, er víðkan av kirkjugarðinum á Glyvrum, og her verður kirkjugarðurin víðkaður inneftir. Hetta arbeiði skal ætlandi verða liðugt einaferð miðskeiðis í summar. Leggjast kann aftrat, at Sp/f Rókin hevur framt nógvar ymiskar - bæði stórar og smáar - byggiverkætlanir kring landið.
##med2##