Teir tóku land 2

eftir Jógvan Arge

Út er komin bókin »Teir tóku land« um føroyskt virksemi í Grønlandi eftir Jógvan Arge. Hetta er 10. bókin, sum rithøvundurin letur úr hondum, og onnur bókin í hesi røðini. Fyrsta bókin kom í fjør, og hana skrivaði Niels Juel Arge.

Tann nýggja bókin snýr seg um føroyskan fiskiskap og útróður í Grønlandi tey fyrstu árini eftir seinna heimsbardaga, tá grundarlagið varð lagt fyri tí stóra virksemi, sum føroyingar síðani høvdu har.

Bókin er góðar 200 síður og prýdd við nógvum myndum frá samtíðini. Har eru myndir úr eitt nú Ravns Stóroy, Føroyingahavnini og Tovqussaq. Anker Eli Petersen hevur teknað kápu og kort. Bókin er at fáa um alt landið og kostar 268,00 krónur.