Teir ungu hjá B68 stríddust væl

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Veteranurin hjá B68 vil rósa ungu spælarunum fyri teirra stríðsfýsni

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við veteranin hjá B68, Jóhan Dávur Højgaard, sum frá beinkinum kundi síggja sínar liðfelagar stríða seg til ein góðan 2-2 javnleik ímóti FM-kandidatunum hjá Víkingi.

 

Jóhan Dávur Højgaard vil serliga framhevja stríðsinnsatsin hjá teimum ungu spælarunum, sum hann heldur stríddust framúr væl.

 

Á Toftum fegnast tey eisini um, at spanski áleyparin Carlos Quintana Herrero loksins kom á máltalvuna. Bjartskygnið er ongantíð farið á Toftum, sambært veteraninum hjá B68.