LANDSDYSTUR
Fyrrapartin í dag hevur Allan Simonsen sett sínum kosnu monnum stevnu. Teir skulu verða saman inntil komandi mikukvøld, og tað eru tvær uppgávur á skránni. Leygardagin klokkan 17 skulu Føroyar spæla ímóti Luksemborg á Svangaskarði, og mikudagin klokkan 17.30 er mótstøðuliðið á Tórsvølli Russland.
Uppgávurnar eru sera ymiskar, men tær eru í báðum førum ein stór avbjóðing. Í mars mánað vórðu dystirnir á útivølli ímóti hesum báðum londunum spældir. Ferðin var stak væl eydnað. Føroyar vunnu 2?0 í Luksemborg, og tapið í Moskva var so tepurt, sum tað kundi vera. Russland vann 1?0. Tá havt verður í huga, at hetta var frammanundan, at sjøtul var settur á landskappingina í Føroyum, so kann ikki sigast annað, enn at úrtøkan var góð.
Setningurin hesa ferð er at endurtaka úrslitið í Luksemborg og at betra eitt lítið sindur um úrslitið frá dystinum í Russlandi.
Nógvar royndir
Landsliðsspælararnir vera á Skálafjørðinum inntil leygarkvøldið. Tá tveir dystir eru á skránni í fýra dagar, hava teir onkuntíð fingið frí eftir fyrra dystin, og so hava teir hittst aftur sunnukvøldið. Tá fara teir at halda til á Hotel Føroyum og at venja á Tórsvølli.
Allan Simonsen hevur givið nítjan spælarum boð. Tað er bara loyvt at hava átjan spælarar á listanum. Tað vil siga, at ein skal sita millum áskoðararnar, um ikki onkur fer at geva avboð.
Tað eru ikki nógv landslið, sum í landsliðshøpi hava meiri royndar spælarar, enn Allan Simonsen hevur. Tíggju spælarar hava spælt tjúgu ella fleiri landsdystir. Teir eru Allan Mørkøre (54), Jens Martin Knudsen og Óli Johannesen (52), Øssur Hansen (47), Julian Johnsson (41), Jens Kristian Hansen (38), Kurt Mørkøre (35), John Petersen (34), Jákup Mikkelsen (22) og Hans Fróði Hansen (20).
Uttan at flestu teirra higartil hava verið roknaðir at vera fastir menn av liðnum, so hava fleiri av hinum spælarunum longu nógvar royndir. Tað vísa dystartølini: Jákup á Borg (15), Fróði Benjaminsen (12), Rógvi Jacobsen (11), Jóhannis Joensen (9), Christian Høgni Jacobsen (6), Johan B. Hansen (5), Heðin á Lakjuni (4) og Súni Olsen (3). Einasti maður í nítjan manna liðnum, sum ikki hevur verið á landsliðnum, er Hjalgrím Elttør. Men hann hevur nógvar altjóða royndir í viðførinum, tí hann hevur verið fastur maður á U?16 og U?18 landsliðunum.
Tveir sóu reytt
Fótbóltsárið er í hæddini, og tí eiga landsliðsspælararnir at vera væl fyri. Teir eiga í hvussu so er at vera væl betri fyri, enn teir vóru tíðliga í vár, tá teir spældu í Luksemborg og Russlandi.
Men tað hevur verið eitt sindur upp og niður hjá spælarunum hesa síðstu vikuna.
Jens Martin Knudsen helt tætt ímóti HB týskvøldið, meðan Jákup Mikkelsen, sum vardi landsliðsmálið so meistarliga í Beograd, í tveimum dystum síðani tá hevur verið noyddur at finna seg í at sita á beinkinum í Molde.
Johan B. Hansen er onkra ferðina á beinkinum hjá OB í superliguni, men fyri tað mesta má hann fær hann dystarvenjing í danmarksseriuni og á U?23 liðnum hjá OB. Hetta er sami leikluturin, sum Súni Olsen fyri tað mesta hevur havt í Zwolle.
Christian Høgni Jacobsen spælir heldur ikki 1. liðs fótbólt í Esbjerg. Men á sama hátt sum teir omanfyri nevndu, so venur hann við teimum bestu.
Tveir av landsliðsmonnunum hava sæð reytt. John Petersen varð vístur út í Miðvági, tí dómarin metti, at hann hevði hevnt seg ólógliga, og Jóhannis Joensen varð útvístur í Gundadali týskvøldið fyri at mótmæla. Hvørki ímóti Luksemborg ella Russlandi hava føroyingar ráð at koma í minniluta.
Allan Mørkøre er komin aftur í landsliðshitan. Tá ein spælari hevur verið 54 ferðir á landsliðnum, er tað ikk ein einstakur dystur fyri felagið, sum ger av, um spælarin er kvalifiseraður til landsliðsfótbólt ella ikki. Men tað er merkisvert, at Allan Mørkøre týskvøldið ikki kom á vøllin í Gundadali fyrr enn eftir hvíldina.
Saman við hinum HB spælarunum hevur Rógvi Jacobsen tað torført. Tað er lítið at síggja til ferðina og dynamikkin, sum hann áður hevur víst
Eru væl fyri
Jákup á Borg var leikbannaður, tá B36 var í Miðvági. Hann hevur verið væl fyri í ár. Saman við liðfeløgunum vóru Jens Kristian Hansen og Heðin á Lakjuni ikki so eyðsýndir í Miðvági, sum teir hava verið fyrr í ár. Men tá tað var neyðugt at taka ábyrgd fyri at fáa stigini, taldust landsliðsmenninir millum teirra, sum gingu undan.
Kurt Mørkøre hevur kanska ikki enn skotið so nógv mál, sum teir í Klaksvík høvdu vónað. Honum restaði dystarvenjing, tá hann kom úr Sogndal, og tað tykist ganga rætta vegin. Tað má roknast við, at Hjalgrím Elttør er, so segði maðurin, við fyri at læra. Tær seinastu ferðirnar hevur gingið eitt sindur striltið við málskjótingini hjá honum.
Fróði Benjaminsen er toppskjútti hjá B68, og Hans Fróði Hansen hevur síðani summarsteðgin og aftur sunnudagin víst, at nú er hann væl fyri.
Tað er lítil ivi um, at fleiri av útisetunum eru væl fyri. Her verður fyrst og fremst hugsað um Julian Johnsson, sum í kapping við fimm aðrar hevur megnað at vunnið sær fast pláss á miðvøllinum í Hull. Óli Johannesen og Øssur Hansen eru fastir menn á liðnum í ávikavíst Hvidovre og í B93. Teir hava báðir skorað innanfyri síðstu vikuna, og tað eigur at geva teimum sjálvsálit, sum Føroyar kunnu fáa nyttu av, tá Luksemborg leygardagin verður mótstøðuliðið.