Teis, Sjúrður og liðfelagarnir megnaðu javnleik móti oddaliðnum

Tá hálvur minuttir var eftir skoraði Tønder til 27-27 móti oddaliðnum, HC Midtjyllandi

Greiða oddaliðið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, HC Midtjylland vitjaði fyrr í dag Tønder, ið er liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Sjúrði Olsen.

 

Tað eydnaðist Tønder at fáa ein ógvuliga kærkomnan javnleik. Jaris Tobeler javnaði fyri Tønder til 27-27 tá ein hálvur minuttur var eftir, og so eydnaðist tað Tønder at halda heim tað sum eftir var.

 

Teis skoraði tvey mál fyri Tønder í dag. Í steðginum var HC Midtjylland á odda 15-12. Tønder hevði eina gylta løtu í seinna hálvleiki, har tað eydnaðist heimaliðnum at toga seg frá 22-25 til eina 26-25 leiðslu. Tá svaraði HC Midtjylland aftur við tveimum málum áðrenn Tønder javnaði til 27-27. 

 

Komandi sunnudag spælir Tønder móti Grindsted á útivølli.

 

NrLIÐ:DYSTIRSTIG
1HC Midtjylland1629
2Team Sydhavsøerne1625
3HØJ 1524
4Grindsted GIF 1724
5Odder 1716
6IK Skovbakken1616
7Ajax 1615
8TM Tønder 1614
9HEI Skæring1512
10Otterup HK1512
11Roskilde1610
12FIF159
13Vendsyssel179
14HC Odense157