Teis toppskjútti í útisigri hjá Follo

Tað lá eisini væl fyri við málskjótingini hjá Tróndi Mikkelsen fyri Ryger Stavanger í kvøld

Talan gjørdist um eitt gott kvøld fyri føroyingaliðini í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. 

 

Teis Horn Rasmussen gjørdist toppskjútti hjá Follo, ið vann 30-26 á Ros á útivølli. Teis skoraði sjey mál fyri Follo, ið var á odda 16-11 í steðginum. 

 

Tróndur Mikkelsen gjørdist næstbesti skjúttin hjá Ryger, ið vann 29-26 á Charlottenlund á heimavølli í Stavanger. Ryger var á odda 13-11 í steðginum.

 

Hesaferð skoraði Tróndur seks mál fyri Ryger. Julian J. Kragesteen var ikki millum toppskjúttarnar hjá Ryger í kvøld.

 

Follo er triðfremst í deildini við 20 stigum. Follo hevur átta stig upp til oddaliðið, Viking TIF, ið hevur 28 stig. Ryger er nummar fimm við 18 stigum.

 

Komandi sunnudag spælir Follo á heimavølli móti Falk. Komandi mikukvøld spælir Ryger á útivølli móti Fyllingen.