Einki samband hevur verið um Skopunarfjørð síðan tíðliga í morgun. Gerhard Lognberg er argur inn á Strandferðsluna, sum ikki hevur sett annað skip inn fyri Teistan. Síðan tíðliga í morgun hevur strandfaraskipið Teistin ligið við breki á Gomlurætt.
Gerhard Lognberg, tingmaður, er ikki sørt argur inn á Strandferðsluna, at ikki upplýst verður, nær Teistin kemur aftur í sigling.
- Her í Sandoynni standa fleiri fólk, sum skulu til arbeiðis, men tey vita einki. Tað er ikki lukkuligt í hesum døgum ikki at møta rættstundis. Eg skuldi á tingfund, men sleppi ongan veg. Tá ið árið er úti, verði eg skrásettur fyri skulk, tað er nógv fyri.
Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðåsluni, sigur, at arbeitt verður við fullari megi at rætta brekið, og hann væntar ikki, tað verður so leingi, til Teistin fer um fjørðin aftur.