Teitur á konsertferð í Danmark

Teitur spælir saman við bólki sínum seks konsertir í Danmark í seinnu hálvu av februar.

 

Stóra Vega á Vesterbro í Keypmannahavn og Train í Aarhus eru millum støðini, ið Teitur vitjar, men eisini stóri útisetabýurin Esbjerg verður vitjaður, tí Teitur byrjar sína konsertferð í Tobakken í Esbjerg.

Teitur gav í fjør út nógv róstu fløguna Story Music, sum eisini í Danmark fekk jalig ummæli.


Konsertir og atgongumerkjasøla her:

18. februar - Tobakken, Esbjerg www.billeten.dk
19. februar - Train, Aarhus www.billetnet.dk
20. februar - Black Box, Holstebro www.musikteatret.dk
21. februar - Kulturmaskinen, Odense www.billetto.dk
22. februar - Store Vega, Copenhagen www.billetlugen.dk
25. februar - Klaverfabrikken, Hillerod www.billetlugen.dk