Aftaná 2-0 sigurin hjá HB á Skála fekk Tróndur Arge hjá in.fo/Rás2 orðið á HB-málverjan, Teit Matras Gestson.
Teitur Matras Gestson helt, at Skála stóð væl á vøllinum, og dugdu at gera tað torført hjá hansara liði. Kortini fegnast HB-málverjin um, at liðið hjá honum er so framúr sterkt við hornasparksstøður, og tað vísti seg eisini at verða útslagsgevandi í dag.
Í samrøðuni róði Teitur eisini undir, at HB verður oddalið, tá alt 9. umfar er avgreitt í effodeildini. Tí hann heldur ikki, at B36 fær stig ímóti NSÍ í Runavík sunnudagin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Teitur Matras Gestson segði við Trónd Arge, aftaná dystin. Fremst hoyrist frásøgnin hjá Tróndi Arge av 2-0 málinum hjá HB. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystin á Rás2.