Í mai gekk arbeiðsvisumið hjá Teiti í USA út, og longu áðrenn hetta var umboðsmaðurin hjá Teiti farin undir at fáa visumið longt soleiðis, at konsertferðin í USA kundi byrja rættstundis 6. september. Men sum tíðin nærkaðist, var enn einki svar komið frá amerikansku innflytingarmyndugleikunum. Umboðsmaðurin ringdi dagliga, lobbyistar innan tónleikavinnuna royndu at arbeiða fyri at seta gongd í málið, og spælistøðini, har Teitur skuldi spæla, sendu áheitanir til innflytingarmyndugleikarnar. Men 6. september var einki svar komið, og Teitur noyddist at avlýsa fyrstu konsertina. Av tí at svarið frá myndugleikunum kundi koma hvønn dag, so vóru konsertirnar avlýstar í síðstu løtu ein fyri og onnur eftir. Ikki fyrr enn níggju dagar og sjey konsertir seinni var visumið hjá Teiti klárt. Bólkurin hjá Teiti amerikanskt føddi Mikael Blak og amerikumaðurin Derek Murphy vóru longu í USA og báðir høvdu amerikonsk pass og nýttust tí ikki eitt visum. So teir brúktu teir níggju dagarnar, meðan teir bíðaðu eftir Teiti at spæla saman við svianum Tobias Frøbjerg og donsku songkvinnuni Tina Dico, ið vóru við sum upphiting fyri Teit og sum tóku yvir, tá høvuðsnavnið ikki kom fram.
Á ráðstevnuni í London í farnu viku prátaðu vit við Teit um avlýsingarnar, hann segði at hetta var sera irriterandi, og eisini keðiligt fyri hansara sølufremjan av nýggju fløguni í USA. Ein royndur tónleikafyriskipari og plátufelagsmaður, ið luttók á ráðstevnuni, segði við Sosialin, at hetta var ikki ein óvanlig støða. Amerikansku myndugleikarnir høvdu gjørt tílíkt í nógv ár. Hann segði, at ráðini, ið hann hevði fingið fyri nógvum árum síðan, tá hann fyrstu ferð skipaði fyri konsertferð til USA, vóru, at tú skuldi skipa fyri eini konsert, ið tú ætlaði at avlýsa ein mánað fyri fyrstu veruligu konsertina, so vóru visumini vanliga klár, tá tú skuldi brúka tey.
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kristian Blak"$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$, ið hevur skipað fyri tiltøkum í Føroyum og hevur ferðast sum tónleikari uttanlands m.a. í USA, segði við Sosialin, at hann metti hetta vera ein stóran trupulleika, og í veruleikanum ein forðing hjá útlendskum tónleikarum at virka í USA. Meðan amerikanskir tónleikarar sleppa at virka í Evropa uttan forðingar.